23. oktober 2024

VALSKRÁ: VIT FREMJA ÚRSLIT

Javnaðarflokkurin í Havn hevur lagt fram sína valskrá til býráðsvalið.

Tað er gott at liva og virka í Tórshavnar kommunu, men tað kann altíð gerast betri.

Tí taka vit á Javnaðarlistanum fegin enn eitt tørn kring borðið á Vaglinum.

Vit vilja, at fólk skulu trívast, tí seta vit bleytu virðini fremst.

Les valskránna HER

Ein tryggur og innihaldsríkur gerandisdagur er eftir okkara tykki fortreytin fyri tí góða lívinum. Tað krevur góðar og fjølbroyttar bústaðir, tryggar og dyggar vælferðartænastur og spennandi og mennandi frítíðartilboð.

Tórshavnar kommuna skal vera ein modernað og rúmlig kommuna, har ein og hvør kennir seg heima; ung sum eldri.

Okkum tørvar fleiri fólk til mongu arbeiðspláss­ ini í økinum, bæði alment og privat. Tí vilja vit skapa umstøður fyri fólkavøkstri. Tað krevur fleiri bústaðir til ymsar tørvir og ymsu tíðar­ skeiðini í lívinum. So uppaftur fleiri velja Havn­ ina ella eina av bygdunum í kommununi, sum sín heimstað.