Javnaðarflokkurin legði valskrá floksins fram í Løkshøll í Runavík í dag.
Yvirskipaði boðskapurin í valskránni er, at Skil má vera í, ikki minst fíggjarliga.
Freistandi er at lova í eyst og vest í valstríði.
Men fyri Javnaðarflokkin er umráðandi, at alt, sum verður lovað, eisini verður fíggjað.
Burturúr valskránni kunnu vit nevna hesi øki:
Fíggjarligt skil í
Vit skulu hava mál fyri útreiðsluvøksturin.
Skattalættar mugu fíggjast.
Uppisjóvarvinnan og alivinnan mugu rinda meira.
Lættari gerandisdag
Arbeiðsvikan skal niður í 37 tímar. Lønin skal vera óbroytt.
Vit vilja geva lønarlyft til umsorganarøkið.
Mótrokningin av arbeiðsinntøku í fólkapensjónini skal so líðandi burtur.
Bíligari gerandisdag
Skattalætta og hægri barnafrádrátt til lág- og miðallønt.
MVG av mjólk, breyði, frukt og grønmeti.
Fíggjarligt ískoyti til fíggjarliga sperd húski.
Almannagagnligar leigu-íbúðir.
Grønari gerandisdag
Í 2030 skal øll el-orka á landi vera frá grønum orkukeldum.
Allir lønarbólkar, vinnugreinir og landspartar skulu við í grøna skiftið.
Landið skal bindast til at ganga undan.