Vága Javnaðarfelag harmast almikið um støðuna hjá Vága Floghavn, Atlantsflog og øðrum virksemi kring og á flogvøllinum í Vágum, nú neyðugt var at siga stórum parti av starvsfólkunum úr starvi.
Hetta rakar sjálvandi fyrst tey uppsøgdu meint, men gongur sanniliga eisini út yvir lokalsamfelagið sum heild. Inntøkur, sum starvsfólkini missa, merkja eisini munandi inntøkumiss hjá kommunum í Vágum.
Vága Javnaðarfelag átalar harðliga tað virkisloysi, samgongan hevur víst hesa tíðina, landið mestsum hevur ligið niðurbundið.
Stórur partur av virkseminum hevur verið í bíðistøðu, og partar liggja nú í andaleypi. Serliga ferðavinnan er hart rakt, harundir alt tað nógva virksemi, sum hevur verið í samband við flogvøllin.
Vága Javnaðarfelag finnur seg ikki í, at virksemið á og kring flogvøllin verður niðurlagað við fíggjarligum tapi fyri lokalsamfelagið sum úrslit.
Hjálparpakkarnir eru ikki komnir starvsfólkunum, har kreppan hevur rakt, tilgóðar. Hinvegin hava sparingarnar rakt vanliga løntakaran meint.
Støðuga drálið hjá landsstýrinum hevur virkað sum sálarligur yvirgangur móti fólki, sum meginpartin av einum ársfjórðingi hava gingið við ótta fyri at fáa eina uppsøgn. Heldur enn at fáa at vita, eru tey noydd at gita, hvat nú fer at henda.
Vága Javnaðarfelag krevur av Føroya Landsstýri, at greitt verður boðað frá, hvørjar ætlanir eru fyri at seta gongd á samfelagið aftur.
Vága Javnaðarfelag