Djóni N. Joensen
Lesarabræv21. februar 2020
Djóni N. Joensen

Uttan-mentan-málaráðið?

Tingið hevur nú skjótt sitið í eitt hálvt ár síðani valið 31. august, og vit síggja longu umhvarvið av tí samfelag, samgongan helst vil hava. Í størsta hasti er syrgt fyri, at virðini í fiskivinnuni aftur savnast á færri hondum, og ein fíggjarliga óhaldfør pensjónsnýskipan er skundað ígjøgnum. Tey, sum eiga minst fáa minst, tí tey við meira skulu hava meira. Sosialt vendir tað á høvdinum og fíggjarliga hongur tað ikki saman.

Á einum øki hevur tó verið sera friðarligt: mentanarøkinum. Eitt mál hevur verið í mentanarnevndini higartil, og tað var málið um minimumsnormeringar, sum vit í Javnaðarflokkinum sjálv komu við. Eitt mál!

Er tað skilaleysa samanleggingin av uttanríkis- og mentamálum, sum gevur landsstýrismanninum høvuðbrýggj? Ella hevur mentanarøkið, harundir fólkaskúlin og dagstovnaøkið, ongan týdning fyri samgonguna?

 

Jenis og Jerusalem

Samgongan hevur sett sær fyri at opna sendistovu í Ísrael. Jenis av Rana, landsstýrismaður í samanløgdu kimeruni uttanríkis- og mentamál, hevur sligið fast, at sendistovan skal staðsetast í Jerusalem. Eitt er, at vit brúka almennar skattapengar til at gera beint tað øvugta av øllum tilmælum hjá ST við at opna sendistovu í júst Jerusalem, hóast vit ongan samhandil hava við Ísrael. Men verri er, at vit eftir øllum at døma offra alt mentanarøkið uppá hesa verkætlan.

Tað týkist í øllum førum greitt, at landsstýrismaðurin einans megnar ella tímir at hugsavna seg um hesa verkætlan. Hvør skal siga, so mugu skúlarnir, dagstovnarnir og mentanin sum heild bara klára seg.

Men tað harmar meg. Tað harmar meg, tí júst dagstovnaøkið annars fylti nógv í valstríðnum. Og tí vit vita, at vit hava nógvar námsfrøðingar, sum hóast vánaligar arbeiðsumstøður hvønn dag gera eitt stórt arbeiði.

Undanfarna samgonga legði eisini nógv fyri at skapa betri umstøður og umhvørvi til hægri lesnað í Føroyum, sum jú eru avgerandi fyri, at ungdómur trívist í landinum. Hevur samgongan nakrar ætlanir á hesum økinum? Ella bíða vit eftir sendistovuni í Jerusalem, áðrenn landsstýrismaðurin fer í sving?

 

Ráðið, sum samgongan í veruleikanum einki leggur í?

Sum formaður í mentanarnevndini standi eg spyrjandi. Nærum eitt hálvt ár er runnið, og bert eitt mál hevur verið til viðgerar í nevndini, og tað er okkara mál um minimumsnormeringar. Tað er væl kent, at vissi ein blandar ov nógv ting saman, kemur einki burtur úr. Og tað er neyvt tað, sum er facit hjá okkara uttanmentamálaráðharra: einki.

Vit vóru nøkur, sum óttaðust, at samanleggingin av uttanríkis- og mentamálum í roynd og veru var eitt úttrykk fyri, at samgongan leggur lítið í uttanríkismál og enn minni í mentamál.

Teir fyrstu seks mánaðirnir hava víst, at hesin ótti var grundaður. Komandi tíðin fer at vísa, um vit veruliga hava eitt fungerandi mentamálaráð, ella um hopleysa samanleggingin bert hevur givið okkum eitt uttan-mentan-málaráð.

 

Djóni N. Joensen,
formaður í mentanarnevndini