Marnar Fríðheim Kristiansen
Lesarabræv30. november 2022
Marnar Fríðheim Kristiansen

Uttan eina langtíðarætlan koppar heilsuverkið

Løgtingsval 2022

Tørvur er á einari langtíðarætlan fyri heilsuverkið.

Heilsuverkinum hevur nógvar avbjóðingar í dag, og tær verða fleiri komandi árini. Um vit tora at hugsa langtíðarætlanir, kunnu gera nakað við tað. Raðfestast má við skili, pengar eru ikki alt. Raðfesta vit rætt í dag, kunna vit lofta teimum avbjóðingum, sum koma.

Tær avbjóðingar vit síggja í dag, standast í stóran mun av at heilsuøkið ikki varð raðfest nóg høgt fyri 10 árum síðani. Loysnir innan heilsuverkið taka tíð, og um vit raðfesta rætt í dag, so síggja vit ikki veruliga broytingarnar fyrr enn um fleiri ár.

Dugnaligu starvsfólkini í Føroyska heilsuverkinum stríðast dagliga fyri at veita bestu viðgerðina til allar føroyingar. Men trotið á starvsfólki innan heilsuverkið ger, at vit ikki kunnu veita eina tænastu á støði við londini rundan um okkum. Um fá ár fara at mangla omanfyri 1000 røktarstarvsfólk. Í dag hava vit bert helvtina so nógvar læknar í Føroyum sum Danmark eftir fólkatalinum.

Viðgerð uttanlands

Vit senda ov nógvar sjúklingar uttanlands til viðgerð. Hetta er ein dýr loysn. Ikki bert fíggjarliga, men sanniliga eisini menniskjaliga fyri tey fólkini, sum í einari sárbærari støðu mugu vera uttanlands í longri tíð. Vit koma tó ongantíð at kunna veita allar viðgerðir í Føroyum, tí tað eru vit ov smá til.

Men um raðfest varð øðrvísi fyri 10 árum síðani, kundu vit veitt munandi fleiri viðgerðir í Føroyum í dag.

Langtíðarætlan

Um hesar avbjóðingar ikki verða loystar, er vandi fyri, at heilsuverkið koppar. Tí er alneyðugt, at velja politikkarar við innliti í heilsuøkið, fyri at røttu raðfestingarnar verða gjørdar.

Veljarin sigur í einari spurnarkanning herfyri, at “skjót og góð heilsuviðgerð” er tað mest avgerandi evni í hesum valinum (https://5vmo.short.gy/heilsumal_er_hjartamál).

Vit mugu leggja eina langtíðarætlan, har vit sikta eftir at nøkta tørvin um 10 ár, heldur enn um 4 ár. Ov ofta tykist tað sum, at politikarar raðfesta bert loysnir, har úrslitini síggjast áðrenn næsta valskeið. Men ting taka tíð í heilsuverkinum.

Vit skulu raðfesta útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum. Vit skulu starvseta fleiri yngri læknar í føroyska heilsuverkinum soleiðis, at tey koma aftur til Føroyar sum serlæknar. Hetta hevði spart sera nógvar pengar, sum í dag verða brúktir til konsulentar, samstundis sum tað verður gjørligt at bjóðað fleiri og fleiri viðgerðir í Føroyum.

Vit skulu raðfesta við skili.

Vel eitt valevni við innlit í heilsuøki.

Tað eru fleiri at velja ímillum í Javnaðarflokkinum.

Marnar Fríðheim Kristiansen,

valevni hjá Javnaðarflokkinum