Útnorðurráðið hevur havt fund í Nuuk í vikuni. Ráðið hevur umskipað seg við Henriki Old sum næstformanni.
Útnorðurráðið hevur í vikuni verið á fundi í Nuuk í Grønlandi. Á fundinum var millum annað tosað um møguleikan hjá ungum at ferðast millum londini, samstarv á fiskivinnuøkinum og plastdálking i havinum. Harumframt var eitt føroyskt uppskot um eina havumhvørvisvirðisløn samtykt.
- Havumhvørvið er serliga umráðandi fyri øll londini í Útnorðurráðnum, og tí skal virðisløn latast onkrum, sum hevur gjørt eitt serligt átak fyri at avmarka dálking í havinum. Akkurát hvussu virðislønin kemur at síggja út, og hvussu hon verður fíggjað, vita vit ikki enn, men semja er um, at hon skal latast, sigur Henrik Old.
Formansskapurin í ráðnum verður valdur av nýggjum á hvørjum ársfundi, og sær nú soleiðis út:
Formaður: Guðjón S. Bjárnason, Ísland
Næstformaður: Henrik Old, Føroyar