Kim Durhuus, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum um nakrar ítøkiligar ætlanir eru um at lóggeva alt okkara tilfeingi til lands.
Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tað er umráðandi,at vit sum samfelag fáa mest møguligt avkast frá vinnuni. At virðisøkja okkara rávørur kann verða ein týðandi liður í at skapa fleiri størv í framtíðini og eisini birta undir hugin hjá ungum fólki at fáast við fiskivinnu í breiðastu merking – tað kann vera bæði í ídnaði, framleiðslu, gransking, sølu og so framvegis.
Um Føroyar sum samfelag skulu fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi, er avgerandi, at hesin spurningur verður tikin í álvara.
Samstarvmillum almennu Føroyar og vinnuna er ein loysn,sum avgjørt eigur at verða roynd. Útflutningsvirðið kann økjast nógv, um rætt verður atborið. So gott sum alt,sum kemur úr havinum,kann gagnnýtast og útflytast.