19. desember 2024

Uni: Skulu hava greiðari fokus á at gera tað liviligari í Føroyum

Prísvøkstur og rentuhækkingar hava tíverri elvt til, at arbeiðsfólk hava ikki nóg væl merkt tey politisku átøkini, sum eru framd tey seinastu tvey árini.

Tey eru m.a. orkuískoyti, inflatiónshjálp og ein skattalætti, sum kemur fult í gildi um ársskiftið. Skattalættin ger, at fólk við árligari inntøku á 200.000 kr. skulu rinda 2.300 kr. minni í skatti í næsta ár, og ein arbeiðarainntøku rindar 7.000 kr. minni í næsta ár.

Umframt tað fara pensjónir og almannaveitingar at hækka við 3,6 prosentum um ársskiftið. Barsilsútgjaldið er hækkað, søguligt lønarlyft er latið, umframt tær trivaligu lønarhækkingarnar sum hava verið á bæði tí almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.

Tað er ikki einki.

Samstundis fara inflatiónin og rentuhækkingarnar eftir øllum at døma at hæsa av.

Tað er gott.

Men støðan krevur kortini, at vit næsta ár, eisini við útgangsstøði í hesari fíggarlógini, hava nógv greiðari fokus á, at gera tað liviligari í Føroyum. Á fleiri frontum.

Tað setur millum annað treytir til bæði samgonguna og andstøðuna um at brúka orkuna uppá at finna ein bústaðarpolitiskan leist, so vit fáa lætt um hjá fólki.

Eg veit at landsstýriskvinnan í bústaðarmálum hevur sett fulla ferð á arbeiðið, og fegnist eisini um, at hon vil hava, at Bústaðir fara at byggja lestrarbústaðir.

Eg taki eisini fyri givið, at landsstýrið kemur við uppskoti um MVG-frítøku á gerandisvørur, sum vit hava sett okkum fyri. Verður rætt atborið, so hevði tað munað øllum húsarhaldum, ikki minst barnafamiljum.