Í gjár samtykti Løgtingið við breiðum meiriluta endaliga, at fólk í Føroyum eiga rættin at ferðast ókeypis í føroysku náttúruni.
Tað er í grundini eitt stórt stig, tí áralanga orðaskiftið um hendan rættin hevur verið drúgt.
Føroyingar hava fyri tað allarmesta havt góða og sjálvsagda atgongd í føroysku náttúruna, men tíverri ikki allastaðni.
Í hesum samgonguskeiðnum hava vit samtykt eina náttúruverndarlóg, og rætturin hjá føroyingum ókeypis at ferðast í náttúruni er nú eisini tryggjaður við neyðugum atlitum at náttúruverndini og virðing fyri brúksrættinum og landbúnaðarvirksemi annars.
Tað hevur Javnaðarflokkurin hildið verið sjálvsagt, júst sum Javnaðarflokkurin eisini hevur virkað fyri, at gjaldsportur skulu vera forboðin.
Øll tey mongu fólkini, sum hava verið ótroyttiliga virkin í orðaskiftinum um alramannarættin hjá fólki í Føroyum, eiga eina serliga tøkk.
Vit byrja her. Næsta stigið eigur at vera at fáa eina lóg um útilív, har hesin rætturin av røttum hoyrir heima.