Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sent landsstýrismanninum við mentamálum, Jenisi av Rana, ein fyrispurning um Skúlaheimið við Marknagil.
Skúlaheimið hevur verið síðani 1976, við sínum 51 kømrum, og er tryggi bústaðurin hjá lærlingum kring landið. Sjálvt um Skúlaheimið hevur verið afturúrsiglt, hvat viðlíkahaldi viðvíkir, so er tað helst enn í dag størsti savningarmiðdepilin fyri lærligar, serliga úr Suðuroynni og Sandoynni, og hevur knýtt nógv vinarbond fyri lívið.
Seinastu tíðina hevur trivnaðurin eisini fingið eitt skot fyri bógvin, tí avgerð er tikin um, at stásiligi, stóri og nýggi grannabygningurin Glasir, orsakað av plásstroti, hevur tørv á at yvirtaka stórar partar av Skúlaheiminum til undirvísing m.a. uppihaldsrúmini og felagskøkin í heiminum, har lærlingar hittast til gaman og álvara eftir skúlatíð. Tað hevur fingið Bjarna Hammer, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, at seta ein §52 fyrispurning til landsstýrismannin við mentamálum, har hann spyr, hvørjar ætlanir eru við Skúlaheiminum.
- Ætlanin við skúlaheiminum var, at tað skuldi vera eitt heim, har næmingar sova, eta allar máltíðir og njóta frítíðina saman við øðrum næmingum. Manglandi viðlíkahald av heiminum, og tað at Glasir hevur yvirtikið partar av heimum, kunnu hava ávirkan á trivnaðin á staðnum, sigur Bjarni Hammer í viðmerkingunum.
Leiðslan á Skúlaheiminum hevur gjøgnum áratíggju gjørt vart við trupulleikan av manglandi raðfesting og viðlíkahaldi. M.a. eru 2 frágreiðingar (frá 2012 og 2016) gjørdar um støðuna á heiminum, sum neyvt lýsa støðuna og átrokandi uppraðfestingarnar, sum heimið veruliga hevur tørv á. Skúlaheimið treingir til høvuðsumvæling av øllum kømrunum, serliga eru tað vesi- og baðirúmini, sum eru niðurslitin, eins og innbúgvið, sengur, borð o.l., sum eru frá 1976, er nógv slitið. Mitt í 90unum blivu vindeygu skift og útsíðurnar klæddar, men veður og vindur og árini hava veruliga sett síni spor.
Umframt standin á Skúlaheiminum vísir Bjarni Hammer á fíggjarviðurskiftini hjá teimum, sum noyðast til Havnar at búgva í lestrartíðini.
- Tá lærlingar skulu á skúlabonk í Tórshavn, verða serliga tey, sum er noydd at flyta til Havnar, m.a. úr Suðuroynni, rakt fíggjarliga. Lærlingar eru vanliga í skúla 20 og 40 vikur í senn. Tað kann vera sera trupult hjá hesum lærlingum at fáa endarnar at røkka saman. Tí bara mest neyðugu útreiðslurnar til ferðing, mat og innivist eru væl hægri enn lærlingalønin undir skúlatíðini. Skulu lærlingarnir verða nøkunlunda javnsettir undir skúlatíðini og skal eingin setast aftur orsakað av fíggjarstøðuni, mugu broytingar gerast á hesum øki, sigur Bjarni Hammer.