Ein fólkatingssessur kann veruliga vera til gagns fyri Føroyar, um hann verður røktur til fulnar. Sessurin kann eisini brúkast til at styrkja okkara støðu í mun til umheimin og í altjóða sambondum.
Greitt og virðiligt samskifti og samband við umheimin er lívsneyðugt fyri føroyska samfelagið og skal alla tíðina røkjast og raðfestast. Vælkenda heimsmyndin er ikki longur til, og ógvusligar broytingar eru í heiminum. Kríggj er í Europa, og eingin veit, hvussu hesin sorgarleikur fer at spæla av.
Vit skulu átaka okkum ein virknan leiklut á altjóða pallinum. Vit skulu vera proaktiv og krevja ein sess við borðið og ikki blúgv og afturhaldin bíða eftir eini innbjóðing.
Hetta skal sjálvsagt gerast í góðum samstarvi við politisku myndugleikarnar í Føroyum og við okkara uttanríkistænastu. At arbeiða fyri okkara heimland á fleiri pallum er bara til gagns fyri fólk og samfelag.
At navigera politiskt og at røkja føroysk áhugamál í nýggja og ókenda veruleikanum í heiminum krevur sína kvinnu. Við mínum politisku royndum, mínum arbeiðssemi og førleikum annars eri eg væl skikkað til at røkja ein føroyskan fólkatingssess.
Kristianna Winther Poulsen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin