Undanfarna landsstýri avráddi at flyta fyrisitingina av Vága- og Norðoyatunlunum inn í Runavíkarøkið. Flytingin hevur víst seg at draga út, og nú vil Aksel V. Johannesen hava Jørgen Niclasen at greiða frá, nær vit kunnu vænta, at tað ber á mál.
Undir seinastu samgongu avráddi táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum Henrik Old, at fyrisitingin hjá Vága- og Norðoyatunlunum skuldi flyta úr Tórshavn inn í Runavíkarøkið frá 1. januar 2019. Hetta boðaði Aksel V. Johannesen frá í ólavsøkurøðu síni 2018.
Men flytingin hevur tíverri drigið út, og nú vil Aksel V. Johannesen hava at vita, nær vit kunnu rokna við, at hesi arbeiðsplássini vera í Runavík. Hann hevur tí sett Jørgen Niclasen ein skrivligan fyrispurning.
- Seinast eg visti, og tað var beint undan løgtingsvalinum, hevði tunnilsfelagið gjørt leiguavtalu um hølir í Runavíkarøkinum. Men ávísar umvælingar skuldu gerast, áðrenn flytast kundi inn. Tá einki hevur verið at frætt um málið í meira enn eitt ár, er áhugavert at fáa at vita, um gongd er í málinum, og nær væntast kann, at fyrisitingin verður flutt, sigur Aksel V. Johannesen.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at í tann mun, tað ber til, eiga almenn arbeiðspláss at verða løgd kring landið, og hann sær onga forðing í at leggja fyrisitingina av undirsjóvartunlunum á Skálafjørðinum.
- Vónandi fer ætlanin um at flyta hetta arbeiðsplássið at bera á mál í nærmastu framtíð, sigur Aksel V. Johannesen.
Jørgen Niclasen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar. Spurningurin kann lesast her: logting.fo/files/casewrittenquestion/1032/006.20%20Spurningur%20til%20J.%20Niclasen%20fra%20a.%20Johannesen%20-%20Fyrisitingin%20av%20tunlunum.pdf