Landsfundarsamtykt: Tað er alneyðugt, at Javnaðarflokkurin aftur kemur í landsins leiðslu.
Vit liva í ótryggum tíðum. Kríggj og prísvøkstur, veðurlagsbroytingar og bústaðarneyð eru viðurskifti, sum ávirka gerandisdagin.
Hetta samstundis sum, at samgongan endaliga hevur staðfest fámannaveldið, har peningur og vald miðsavnast á alt færri hondum. Slíkt spjaðir, kloyvir landið og savningarmegina - og máar grundarlagið undan fólkaræðinum.
Tí er alstórur tørvur á politiskari leiðslu, sum tekur ábyrgd. Sum er greið. Sum skapar vón. Sum skapar tryggleika.
Hetta vil og kann Javnaðarflokkurin.
Landsfundurin staðfestir, at Javnaðarflokkurin framvegis hevur frælsi, javna og samhaldsfesti sum fremstu mið saman við vælferðarsúlunum - almanna- heilsu- og útbúgvingarverkinum.
Landsfundurin 2022 vil, at:
Javnaðarflokkurin skal framtíðartryggja búskapin. Í bestu tíðum skal avlop vera, so vit eru bjálvað til verri tíðir. Búskaparpolitikkurin skal vera bæði skynsamur og rættvísur, tí tað eru altíð tey veikastu, sum koma at svíða av fíggjarligari vanstýring.
Vælferð er fortreyt fyri vælvirkandi vinnu. Javnaðarflokkurin vil tryggja eitt fjølbroyttari vinnulív, millum annað við betri umstøðum og lægri partafelagsskatti fyri smærri og nýggjar fyritøkur.
Javnaðarflokkurin skal tryggja, at ríkidømi landsins verður javnari býtt. Tað eru ikki tey fáu, sum skapa virðini. Tað gera vit øll. Og tí skal fólkið hava størri part av tí meirvirði, sum fólkið skapar.
Eisini skal Javnaðarflokkurin tryggja meira tíð til nærveru. Hetta við at lækka arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, soleiðis at størri javnvág verður millum arbeiðs- og familjulív. So vit fáa betri tíð til at vera um okkara børn. Tíð til at vera um okkara eldru. Og tíð til at liva.
Fyri at tryggja vælferð og umsorgan, skulu starvsfólk innan vælferðarøkið hava hægri løn, lógarásettan rætt til fulla tíð og hægri normering.
Javnaðarflokkurin skal eisini tryggja, at øll í Føroyum skulu hava atgongd til ein virðiligan bústað. Bústaðir skulu hava betri virkismøguleikar og skal byggja fleiri almannagagnligar íbúðir kring landið - eisini til fólk í útbúgving og til eldri. Bústaður er ein rættur, ikki ein vøra.
Veðurlagsbroytingarnar er nógv hin størsta avbjóðingin í okkara tíð. Føroyski veðurlagspolitikkurin má tí skipast í bindandi lóggávu, har fólk og vinna verða eggjað og stuðlað til grønt orkuskifti.
Føroyar eru náttúra, sum er grundarlagið undir allari tilveru her á landi. Javnaðarflokkurin skal verja náttúruna og tryggja føroyingum fría atgongd til náttúru og haga. Eisini skal flokkurin stuðla burðardygga matvøruframleiðslu, eitt nú við at geva lutafeløgum fortreytir at virka, so vit í gerast minni heft av innflutningi.
Fortreytin fyri einum virknum og dynamiskum samfelag vinnuliga og sosialt er væl ment samferðsla. Landsfundurin ynskir, at Javnaðarflokkurin við landsins leiðslu játtar neyðuga peningin til endurnýggjan av flotanum hjá Strandferðsluni og tunnil til Suðuroyar. Eisini skal flokkurin skapa javna millum íbúgvar og vinnulív kring landið, tá ið umrøður samferðslu - farma og ferðafólkaflutning.
Veljarin skal altíð vita, hvar hann hevur Javnaðarflokkin. Tí fegnast landsfundurin um, at flokkurin er greiður í spurninginum um Russland og Ukraina, í Radaramálinum, í bústaðarspurninginum og í ynskinum um 37 tímars arbeiðsviku. Tí er flokkurin eisini púra greiður í javnstøðuspurninginum: at í einum komandi landsstýri undir javnaðarleiðslu fer flokkurin at lova fulla javnstøðu.