Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú tað kom fram í vikuskiftinum, at tilbúgvingin í Kollafjarðartunlinum ikki er í lagi.
Fíggjarjáttanin hjá Landsverk er ov lítil, og tí er torført at lúka nútímans trygdarkrøv í eldri tunlum.
- Um so er, at Kollafjarðartunnilin er ein “tilbúgvingarbumba”, sum sagt verður, so er neyðugt við átrokandi broytingum. Vit kunnu ikki liva við, at ein so nógv brúktur tunnil er ótíðarhóskandi. Sama er galdandi fyri aðrar eldri tunlar. Teir mugu dagførast, so trygdarkrøvini eru í lagi, sigur Jóhannis Joensen.
Jóhannis Joensen hevur tí sett ein fyrispurning til landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, sum varðar av Landsverki. Endamálið er at fáa svar upp á, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við málið, og hvørjir aðrir tunlar hava avbjóðingar við at lúka nútímans trygdarkrøv.