Onkur vika er betri enn aðrar í politikki. Og hóast koronasjúkan hevur kastað ein skugga yvir at kalla alt hetta árið, so hevur seinasta vikan verið ein góð vika. Stundum draga politisku viðgerðirnar út, tað tekur tíð og kostar pengar at sjóseta, og tað kann kennast drúgt at bíða eftir úrslitinum.
Men drúgvu viðgerðirnar og stóru tøkini geva úrslit. Og í hesu vikuni bórust tíðindi um, at tríggjar verkætlanir frá undanfarnu samgongu nú bera á mál.
- Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ger nú seinastu royndartúrarnar, og skipið verður væntandi klárt um miðjan september. Skipið var ein stór íløga, men hevur avgerandi týdning fyri høvuðsvinnu okkara og fyri at menna gransking og vitan innan hetta økið. Hartil er tað sera gott, at ein partur av arbeiðnum varð gjørdur á føroyskari skipasmiðju, MEST á Skála.
- Undanfarna landsstýri gjørdi av at flyta fyrisitingina av Vága- og Norðoyatunlinum inn á Skálafjørðin. Nú kunnu vit gleðast um, at hendan ætlanin ber á mál.
- Somuleiðis gleðist eg um, at seinasta hondin nú verður løgd á nýggju avloysaraferjuna hjá Strandferðsluni, sum varð samtykt seinasta samgonguskeið. Hetta verður eitt risastórt framstig fyri Strandferðsluna og fer at tryggja, at ferðasambandið til smærru oyggjarnar gerst støðugari alt árið.
Sum politikari vil mann altíð mynda førda politikkin og arbeiða fyri ítøkiligum úrslitum. Men í politikki er tað eisini soleiðis, at valdið skiftur hendur av og á, og at onnur taka við. Soleiðis er í einum fólkaræði.
Og tá vit síggja politiskar verkætlanir bera á mál tvørtur um samgonguskeið, so eiga vit at gleðast saman og minna hvønn annan á, hvussu sterk og góð okkara skipan er.
Gott vikuskifti :-)