Bjørg Dam
Lesarabræv17. september 2020
Bjørg Dam

Tórshavnar kommuna skal brenna 50 % minni

Brennistøðin á Sandvíkarhjalla brennir í dag nærum 100% av brennikapasitetinum! Í staðin fyri eina nýggja brennistøð fyri meir enn eina hálva milliard, so skula vit taka ábyrgd fyri umhvørvinum og brenna minni og endurnýta meir! Tað er at taka umhvørvisatlit og virða náttúruna!

Kommunuval 2020
Eg brenni fyri, at vit brenna minni. Eitt høgt, men ikki ógjørligt boð er, at vit skulu brenna 50 % minni áðrenn 2030! 
 
Hvussu koma vit higar, kanst tú spyrja?
 
Fyrst mást tú velja meg, eina eldsál, í býráðið 10. november! 
 
Endamálið við hesari greinini er at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt. 
 
Beinleiðis endurnýtsla er góð! Um eg ikki kann brúka tað, so kann helst onkur annar! Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við Dugna, Blákross, Reyðakross og Iktys, hesir gera eitt fantastiskt arbeiði í dag. 
 
Uttanlands kenna vit býtistøðir í grannalagnum, har tú setir tað, tær ikki tørvar meir. So kann onkur annar taka og fáa ágóðan av tí ókeypis! Hettar er ein lættur háttur at leingja livitíðina hjá tilfari og lutum. Fyri at røkka málinum, so er lyklaorðið, at tað skal vera lætt og skjótt at sleppa av við tað, sum skal í endurnýtsluna! 
 
Í dag skulu øll í kommununi allan vegin niðan á Sandvíkarhjalla. Betri er, at vit gera fleiri smærri endurnýtslur í býarpørtum og smáplássum við einari av áðurnevndu býtisstøðum og einari pantstøð, har allar fløskur við panti kunnu latast inn. Alt, sum skal skiljast, umframt matleivdir skulu kunna latast inn.  
 
At tað er tætt og lætt eru lyklaorð fyri at fólk høvdu brúkt tað, eisini tey uttan bil! Tað skal verða gjørligt at búgva í Tórshavnar kommunu uttan bil. Tað er eitt grundprinsipp!
 
Lívrunnið tilfar
Matrestir eru umleið 25 % av øllum tí, vit brenna, og umleið 50 % av húsarhaldsburturkastinum. 
 
Skulu vit veruliga gera broytingar, so gevast vit at brenna matrestir og gera sankutøð og biogass. Alt grønt urtagarðsburturkast skal endurnýtast, hetta við at blíva til spønir, ymsar trævørur ella mold. Í dag verður meginparturin tyrvdur. Nýggja biogassverkið kann eisini taka ímóti einum parti. 
 
 
Byggitilfar
Ótrúligar mongdir av óbrúktum byggitilfari endar í brenniovninum. Hetta eru ikki bert stumpar og eskjur við nøkrum fáum skrúvum í. Men upp til fullar eskjur av alsyns skrúvum, byggiplátum og øllum øðrum, sum loypur av, tá ein verkætlan endar. Tí fari eg at arbeiða fyri, at kommunan hevur eina høll, har alt byggitilfar og annað gott, sum onkur annar kann fáa ágóðan av, verður savnað inn og selt aftur.
 
 
Jarn og metal verður í dag ikki skilt í nóg stóran mun í húsarhaldinum. Hettar eru avmarkað náttúrutilfeingi, sum eisini fæst góður prísur fyri. Tí skal meira setast inn at skilja jarn og metal eisini.
 
Orkunýtslan minkar 95 % við at endurnýta aluminium í staðin fyri at vinna tað úr jørðini. Á sama hátt minkar orkunýtslan 70 % við endurnýtslu av jarni, 75 % við endurnýtslu av kopari og 85 % við endurnýtslu av blýggi.
 
 
Emballasja: Ein felags pantskipan eigur at verða sett í verk fyri allar glasfløskur, gløs, blikk, plastfløskur o.a. soleiðis at tað liggur motivatión hjá forbrúkaranum at skilja gløs, plast og blikk og fáa nakað fyri tað. Tað verður nógv lættari at vera forbrúkari, og mótstríðandi fíggjarincitamentið hjá handlunum, har teir vinna pening av emballasju, ið ikki kemur innaftur, verður burtur! Úrslitið verður, at nógv meir emballasja kemur inn.
 
 
Pappír: Við at endurnýta papp og pappír í staðin fyri at framleiða nýtt, minkar orkunýtslan niður í helvt, vatnnýtslan 80 % og spillvatnsmongdin enn meira.
 
Vinnan skilir ikki tað stóra pappír og plast í dag, Reint plast er gott at endurnýta og hevur ein marknaðarprís -  tí skal vinnan sleppa bíligari av við skilt burturkast so sum reint plast, pappír og annað.
 
Elektronisk tól hava dýrabar metal í so sum kopar, gull, tin, aluminium o.a. Eisini eru hettar sera avmarkað tilfeingi í náttúruni, ið vit sjálvandi eiga at endurnýta. Tí skal alt sendast til góðkendar útlendskar móttøkur.
 
Fjarhiti er ikki hiti frá varandi orkukeldum. Tó lýkur hann sera væl endurnýtsluprinsippið. Men vit skulu ongantíð brenna meir fyri at fáa meir fjarhita, tí grundprinsippið er, at vit skulu leingja lívringrásina á lutum. Best er at minka og leingja um nýtsluna! 
 
Góðska, føroysk framleiðsla, stuttreist vøra, emballasjuleys vøra, keypa minni og brúka tingini longur eru eisini lyklaorð, sum kommunalir stovnar eiga at stremba eftir.  
 
Umhvørvið er eitt av mínum høvuðs hjartamálum.
 
Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu