Lesarabræv02. juni 2020

Tørvur á tryggari umstøðum á arbeiðsmarknaðinum

Arbeiðsmynstrið seinastu árini er nógv broytt. Vit síggja færri, sum hava 25 ára starvsdag, og tað er púra vanligt, at tú skiftir arbeiði, fært aðra útbúgving ella skiftir yrkisleið mitt í lívinum. Tað er eisini heilt vanligt, at tú til dømis arbeiðir hálva tíð á einum stað og hálva tíð hjá øðrum arbeiðsgevara.

Hetta setir nýggj krøv til karmarnar um arbeiðsmarknaðin, sáttmálar og lógir. Tí mugu vit endurskoða viðurskiftini, sum verja stórar partar av arbeiðsfólkunum her á landi. Eitt dømi um hesi viðurskifti er Starvsmannalógin.

Starvsmannalógin skal verja rættindini hjá fólki á skrivstovi, í handli, á goymslu ella í líknandi størvum. Lógin varð sett í verk í 1958 og hevur so at siga verið óbroytt síðan. Tørvur er á eini ordiligari dagføring av lógini, so hon svarar til tørvin á dagsins arbeiðsmarknaði.

Javnaðarflokkurin legði tí fyri løgtingið uppskot til samtyktar um at dagføra lógina, har víst varð á broytingar, sum tørvur er á at fáa framdar.

Millum annað vilja vit hava, at fólk, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi eru fevnd av lógini og somuleiðis tey, sum arbeiða niðursetta tíð. Í dag er tað nevniliga soleiðis, at tú ert ikki fevnd/ur av lógini, um tú arbeiðir færri enn 20 tímar um vikuna. Javnaðarflokkurin vil hava hetta broytt niður í 8 tímar um vikuna. Vit vita til dømis um heilsuhjálparar, sum ikki fáa endarnar at røkka saman við eini 30 tímar viku á einum eldrasambýli, og sum tí arbeiða t.d. 8 tímar um vikuna í handli. Hesi eru í dag ikki vard av nakrari lóg, teir tímarnar, sum tey hava í handilinum. Tað er ikki nóg gott.

Harafturat eru tað nógv nýútbúgvin, sum byrja sína yrkisleið í tíðaravmarkaðum verkætlanarstørvum. Vit tosa um ein stóran bólk av fólki, sum eisini í aðrar mátar hava ringar treytir á arbeiðsmarknaðinum til dømis viðvíkjandi tryggingum, pensjónsviðurskiftum og møguleikanum at fáa bústaðarlán. Hesi eiga at vera vard av arbeiðsmarknaðalógum.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum var til aðru viðgerð í løgtinginum í farnu viku, men samgongan valdi tíverri at fella uppskotið. Vónandi sær landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum týdningin av at dagføra lógirnar á økinum, so hann skjótast møguligt kemur í tingið við einum uppskoti.

Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin tekur undir við øllum uppskotum, sum veita arbeiðsfólki tryggari umstøður á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Javnaðarflokkurin