Tíðindi03. november 2019

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vilja hava enn fleiri leigubústaðir

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin leggja nú fram aftur uppskotið, sum skuldi geva Bústøðum heimild til at lána 250 mió. afturat til at byggja umleið 200 bíligar leigubústaðir fyri.

- Bústaðartørvurin er stórur, og fleiri bústaðir eru fyritreyt fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Tað er neyðugt at økja útboðið við at Bústaðir byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum 400, sum eru í gongd, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum saman við Javnaðarflokkinum hevur lagt uppskot fram um at økja bústaðarmøguleikarnar. 

 

Sum liður í at loysa bústaðaravbjóðingarnar gav undanfarna samgonga Bústøðum heimild til at læna 250 mió. til at byggja almennar bústaðir fyri. Hetta var kortini ikki nokk til at nøkta bústaðartørvin, og tí legði undanfarna landsstýri eisini fram ein bústaðarpakka við fleiri ítøkiligum uppskotum, sum høvdu til endamáls at betra um bústaðarviðurskiftini. Tá løgtingið fór í summarfrí, lá eitt uppskot í bústaðarpakkanum eftir, og tað er tað uppskotið, sum Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin leggja fram aftur nú. Talan um uppskotið, sum gevur Bústøðum heimild til at læna 250 millónir krónur afturat, so at vit, um uppskotið verður samtykt, fáa umleið 200 bíligar, almennar leigubústaðir afturat. 

Talan ikki er um vanligt lán, men eitt lánsbræv við trygd í bygdu bústøðunum - eitt føroyskt realkredittlánsbræv. Harvið kann eitt nú ein partur av føroysku pensjónsuppsparingini setast í føroysk realkredittlánsbrøv, heldur enn bara útlendsk. Afturat hesum fáa Bústaðir heimild at útvega lutabústaðir, verður uppskotið samtykt.

 

- Aldurssamansetingin er framvegis ein avbjóðing, tí er sera týdningarmikið, at ungdómur og barnafamiljur kunnu støðast, virka og trívast í Føroyum. Vónandi verður hetta uppskotið samtykt, so vit skjótt kunnu tryggja 100-tals vaksnum og børnum ein góðan bústað fyri ein rímiligan kostnað, sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.