Í vikuni vóru javnaðarpolitikarar tingbólkaútferð í Fugloy og Svínoy.
Tíðliga týsmorgun varð siglt til Fugloyar, har gingið varð úr Hattarvík til Kirkju. Á Kirkju varð farið í Kalalon, har Amalia í Frammistovu serveraði ein góðan heitan døgurða.
Seinnapartin gekk leiðin til Svínoyar, har vit gistu á Gamlagarði. Vit vitjaðu bóndagarðin á Stórheygnum, Rognkelsisstøðina og so vórðu vit boðin á gátt hjá Jákupi Mikkelsen og konuni, sum eiga hús í Svínoy.
Veðrið var frálíkt, maturin framúr og blíðskapurin í hásæti. Stóra takk fyri øll tit, sum vit hittu og vitjaðu á tingbólkaútferðini í ár. Hetta var ikki seinasta ferðin til hesar oyggjarnar í Norði.