Djóni N. Joensen
Tíðindi10. september 2021
Djóni N. Joensen

Tey fyrstu barnaárini eru tey týdningarmestu

Minimumsnormeringar á dagstovnaøkinum eru eitt fet rætta vegin, tí børn hava tørv á, at starvsfólk á stovnunum hava yvirskot. Tað segði Djóni Nolsøe Joensen í gjár, tá 1. viðgerð var av uppskotinum um minimumsnormeringar.

- Vit hava spart for nógv á dagstovnaøkinum. Vit hava ikki goldið tann veruliga kostnaðin, og tað kann í síðsta enda fáa avleiðingar fyri menningina hjá barninum seinni í lívinum, segði Djóni millum annað.
 
Uppskotið er nú farið í nevnd. Seinast Javnaðarflokkurin legði uppskotið fram fyri tveimum árum síðani, bleiv tað felt við millum annað grundgevingini, at landsstýrið arbeiðir við málinum.

Les meira um uppskotið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9688