18. august 2023

- Tað, sum kundi bíða, kann ikki bíða longur

- Eitt er at hava avlop í góðum tíðum. Men tað er eisini ein átroðkandi uppgáva at gera samfelagið bíligari at reka og liva í, og at hugsa øðrvísi fyri at styrkja inntøkugrundarlagið. Tað er ein uppgáva, sum skal takast í størsta álvara, sigur Uni Holm Johannesen, løgtingslimur, í viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans.

Tað er nógv sagt um ólavsøkurøðu løgmans hesar báðar dagarnar. Eg hugsaði av somu orsøk at tosa, ella rættari sagt at hugleiða um nakað so fluffy sum politiska tíðarrákið. Tí sum samfelag, sum vestanland, eru vit farin inn í eitt nýtt og øðrvísi heimspolitiskt tíðarskeið. Heimsfatanin um okkara leiðir er broytt, og politisk rák og politiskir streymar hava broytt nøkur avgerandi viðurskifti.

 

Grundstøðið, sum vit hava staðið á, er farið at ridla.

 

Tað er blóðugt kríggj í Evropa. Og vit tosa, lesa og hoyra um smærri og størri kreppur mest sum allatíðina. Flóttafólkakreppa. Demokratikreppa. Koronukreppa. Veðurlagskreppa. Inflasjónskreppa. Matvørukreppa. Haldføriskreppa. Starvsfólkakreppa. Bústaðarkreppa.

 

Krepputosið er ein heilt onnur støða enn tann, sum mítt ættarlið hevði vant seg við. Kanningar vísa, at tey ungu í dag rokna við, at livistøðið í framtíðini verður verri, enn tað hevur verið. Útlitini kunnu tykjast døpur í so máta. Men útlitini skríggja eisini eftir politiskum átøkum. Politiskari ábyrgd. Ikki bara í Føroyum, men eisini í heimssamfelagnum, sum vit eru ein partur av.

 

**

 

Vit, sum tóku okkara fyrstu stetlandi fet í nítiárunum, hoyrdu annars lítið og einki um kreppur, tí vit vuksu upp í einum serstøkum tíðarskeiði. Ikki bara í Føroyum, men eisini í Evropa.

 

Vit upplivdu ikki kalda kríggið. Kensluríka hæddarpunktið, tá fólk við sleggju og vinkulslíparum brutu gráa betongveggin í Berlin, er heimssøga, sum vit hava lisið og hoyrt um.

 

Vit minnast heldur ikki grefligu samfelagskreppuna í Føroyum, tá eitt niðurundirkomið samfelag skuldi endurreisast. Fyri okkum, sum sluppu at vaksa upp í Føroyum, er tað samfelagssøga, sum vit hava lisið og hoyrt um. Tað, sum vit best merktu til kreppuna var, at onkutíð vóru nýggj andlit í flokshølunum og skúlagarðinum. Tað vóru tey børnini, sum noyddust av landinum fyrst í nítiárunum, men nú aftur vóru flutt til Føroya at búgva.

 

Vit høvdu tað gott, og vit høvdu ikki stórvegis at stúra fyri. Tað var friður og framgongd. Vit eru bjartskygnisbørn, sum journalisturin Christian Bennike og onnur so beinrakið hava orðað tað.

 

Tað gekk væl, og eingin ivaðist í, at dagurin í morgin fór at verða betur enn dagurin í dag. Trygdarkenslan var sterk, og framstigini tóktust koma av sær sjálvum. Tann stóra samfelagsforteljingin var vøksturin. Búskaparvøksturin. Produktivitetsvøksturin. Nógvar familjur og nógv fólk høvdu sjálvandi sítt at dragast við, men í skúlanum hoyrdu vit, at heimurin bleiv ríkari. Heimurin bleiv frælsari. Heimurin bleiv rúmligari. Heimurin bleiv friðarligari.

 

Í vestanlondum var ein breið og ivaleys semja um, at spádómurin hjá Fukuyama var eitt plettskot. End of history, proklameraði hann, tí vesturlendsku virðini høvdu sigrað, og tað var bara ein tíðarspurningur, nær øll heimsins lond fóru at kopiera okkara samfelagsskipan. Stóra politiska pragmatisman hevði eisini við sær, at ein hópur av fólki kring allan heim vóru togað upp úr fátækradømi.

 

Í Evropa vóru landamørkini mest sum viskaði burtur, og vørur, tænastur, fólk og kapitalur høvdu frítt at fara. Í Russlandi tók Putin stafettina frá Jeltsin við greiðum boðskapi um, at Russland skuldi vera partur av globaliseringini og styrkja búskaparligu handilssambondini við Evropa. Og Kina var ikki stórvegis annað enn eitt dragandi ferðamál, tá ið fólkalýðveldi kom upp í handilsfelagsskapin WTO um aldarsskiftið. Sannføringin var, at keyptu og seldu og framleiddu vit í Russlandi og Kina og aðrastaðni, so skundaðu vit undir demokratisku útbreiðsluna.

 

Í nostalgiskum afturliti minnist eg, at samfelagsligi áhugin okkara ungdómsár snúði seg av tí sama í lítlan mun um, hvussu virðini skuldu býtast. Tað var jú ikki neyðugt, tí samfelagsuppskriftina høvdu vit í hondini. Tað, sum serliga loysti seg fíggjarliga, var tað rætta. Vit hoyrdu, at triði vegurin var politiska kósin at fara, og her heima avblásti Javnaðarflokkurin eisini stættarstríðið. Vit bitu merki í, at fá mótmæltu, tá amerikanski tjóðbankastjórin Alan Greenspan segði, at nú var tað serliga marknaðurin, og ikki politikararnir, sum stýrdi heimsgongdini. Progressivu skattaskipanirnar blivu proportionalar, og privatiseringar og new management vóru gandaorðini í samfelagsundirvísingini. Vegurin var asfalteraður, og spurnartekin vóru mest sum ikki sett við yvirskipaðu búskaparstýringina. Hvørki her ella aðrastaðni. Úrslitið var, at vit hugsaðu ikki stórvegis um, hvat politikararnir søgdu, men meira, hvussu tað var sagt. 

 

Í Føroyum snúðu samtíðartekstirnir av góðum grundum seg heldur ikki um kassan, sum datt undir lossing ella um trettanda mánaðin. Vit sungu ístaðin við til Páll Finnur Páll og ideologisku orðaskiftini snúði seg um avísforsíðurnar um rættindi hjá samkyndum, um Elton John skuldi framføra á Tórsvølli, ella um tað var skeivt at keypa rundstykkir sunnumorgnar.

 

Vit kundu valla ynskt okkum frægari tíðarskeið at vaksa upp.

 

Fíggjarkreppan var ein jarðskjálvti, men sinnisliga var broytingin kortini ikki stór. Hvørki her ella aðrastaðni. Vit vistu, at alt fór at laga seg. Í Føroyum kom makrelurin, og búskapurin varð kickstartaður við at forskatta pensjónir, og samstundis varð sagt, at haldførisavbjóðingarnar tóku vit til ta tíð. Tað kundi bíða. Sama svarið fingu tey, sum ávaraðu um veðurlagskreppuna. Tað kundi bíða. Vestanlond komu eisini skjótt aftur á skinnaran. Obama og Merkel vóru afturvald sum heimsins stjórnarovastar. ES fekk friðarheiðurslønina fyri at hava virkað fyri friði, fólkaræði og mannarættindum. Og í Miðeystri fingu vit fólksligan uppreistur við kravi um fólkaræðisligar nýskipanir.

 

Í teimum góðu árunum við fyrilitarleysari optimismu vóru tað ikki mong, sum gáaðu um, at vit kundu ikki fáa alt uttan avleiðingar. Uttan ein samanbrest. Samanbresturin kom, nógv fólk vóru rasandi, og støðan er nú, at tað, sum skuldi savna okkum heimspolitiskt, er í stóran mun farið at skilja okkum.

 

Úti í heimi savnaðist ríkidømið á færri hondum. Vit fingu nøkur superrík fólk og nakrar superríkar fyritøkur. Bøtt var ikki stórvegis um møguleikarnar og livikorini hjá teimum, sum búðu uttanfyri stórbýirnar. Virðingin var størri fyri teimum, sum tóku bókliga útbúgving, heldur enn teimum, sum tóku handaliga útbúgving. Veðurlagskreppan tók dik á seg. Pragmatisman linkaði, og frontarnir styrknaðu. Tilfeingið og náttúran var troytt uttan stórvegis fyrilit. Bústaðarprísirnir fóru til himmals. Ótamda tilflytingin kynti undir nationalistiskar rørslur sum Trump, Brexit og Le Pen. Demokratiski stýriformurin breiddi seg ikki, sum vit roknaðu við. Og evropeisk lond knýttu seg at Russlandi uttan fyrilit.

 

Vit skulu vera varin at flyta altjóða viðurskifti yvir á okkara lítla samfelag, men vit vita, at á ávísum økjum eru somu rák galdandi her.

 

Aðrastaðni er kumpassið broytt, og tey hava tikið onnur – kanska gomul og meira ideologisk - amboð úr politiska amboðskassanum. Við slagorðum sum take back control eru vestanlond í nógv størri mun farin at føra protektionistiskan vinnulívspolitikk við stuðli og avmarkingum fyri at stimbra egna framleiðslu og skapa arbeiðspláss í egnum landi. Mentanarpolitikkurin er á mongum mótum vorðin meira nationalistiskur og minni globalur. Og trygdarpolitikkur er komin aftur á breddan, tí heimurin fór aftur at býta seg upp í eystur og vestur. Handilssambondini verða nøkur onnur. Uttanríkispolitisku samstørvini verða nøkur onnur. Matvøruveitingin verður kanska ein onnur. Tað eru rák og umstøður, sum Føroyar ikki sleppa undan at fyrihalda seg til og taka støðu til. Vinnupolitiskt, mentanarpolitiskt og uttanríkispolitiskt.

 

**

 

Tað gongur væl í Føroyum. Hetta er eitt livandi samfelag við góðum fortreytum at basa teimum avbjóðingum, sum standa á gáttini. Ta søguna skulu vit fortelja. Men vit, sum vuksu upp í stórum bjartskygni, eru kanska í ávísan mun meira ørkymlað enn vit hava verið. Serliga um haldførisavbjóðingina. Tí, sum formaðurin í Búskaparráðnum aftur ávaraði um herfyri, rokningina senda vit børnunum. Samstundis er støðan á bústaðarmarknaðinum tann, at nógvar barnafamiljur seta seg í ovurhonds stóra skuld fyri at keypa seg inn á bústaðarmarknaðin fyri nógvar milliónir krónur. Tað er aftur kríggj í Evropa, og avleiðingar av veðurlagskreppuni eru eisini dapurskygdar fyri mong.

 

Í Føroyum og aðrastaðni skulu vit venja okkum við, at tíðirnar eru broyttar. Samfelagið verður dýrari at reka fyri at varðveita vælferðarsamfelagið. Tað verða færri pengar til íløgur, sum støðan er. Og tað setur krøv til politisku skipanina. Eitt er at hava avlop í góðum tíðum. Men tað er eisini ein átroðkandi uppgáva at gera samfelagið bíligari at reka og liva í, og at hugsa øðrvísi fyri at styrkja inntøkugrundarlagið. Tað er ein uppgáva, sum skal takast í størsta álvara. Samstundis mugu vit gera okkum greitt, hvat tað vil siga at verja mannarættindi og demokratisk rættindi. 

 

Tí framstigini og friðurin eru ikki so sjálvsøgd, sum vit kanska hava hildið