Vit ynskja at varðveita og menna eitt gott vælferðarsamfelag, og tí hava vit skyldu til at endurhugsa og flyta vælferðarsamfelagið, so tað megnar framtíðar avbjóðingar og tørv.
Seinastu dagarnar hava Búskaparráðið og stjórin í Almannaverkinum víst á, at neyðugt er at rationalisera vælferðartænasturnar. Í prinsippinum kunnu vit siga, at teir hava rætt, men spurningurin er størri og meira nuanseraður enn so. Tað snýr seg ikki bara um at minka almenna sektorin útfrá einum liberalistiskum sjónarmiði um, at tað er gott við einum so lítlum almennum sektori sum gjørligt.
Tvørturímóti snýr tað seg um at gera almenna sektorin meira nýmótans og føran fyri at veita góðar vælferðartænastur í framtíðini á einum høgum fakligum støði.
Fyri at røkka hesum málinum krevur tað umskipan og nýhugsan. Vit skulu flyta starvsfólkaorkuna har, tað er tørvur á teimum, og tað er í eygnahædd við borgaran. Vit skulu leggja dent á at borgarin fær nærveru og so góða tænastu sum til ber. Tænasturnar skulu skipast soleiðis, at ikki er neyðugt við dupult arbeiðið. Og vit skulu gera fløktar skipanir einfaldari.
Vit kunnu taka eitt dømi. Almannaverki hevur virkað í 50 ár í ár. Tænasturnar eru í stóran mun skipaðar eftir tørvinum, ið var frá byrjan, men tíðirnar eru broyttar í stórum og harvið eisini tørvurin á tænastu. Frá byrjan var almannaverkið bygt upp til at veita tænastu til tey, ið bera brek. Tann tørvurin fer altíð at vera, men seinnu árini er ein nýggjur stórur málbólkur lagdur aftrat, nevniliga ung fólk við ymiskum sálarligum avbjóðingum, órógvi og rúsevnatrupulleikum.
Vit liva longri, eisini við ymiskum sjúkum so sum demens og eldra relateraðar sjúkir. Haraftrat eru tænastur til tey eldru kloyvdar í tvey við tað, at eldraøki er lagt út til kommunurnar og ongin skipan er fyri tey, ið gerast eldri og hava tørv á røkt men hoyra til almannaøki.
Alt hetta krevur, at vit nýhugsa vælferðarøkið, so hendurnar verða brúktar skynsamari og skipanirnar gerast einfaldari. Fylgja vit álitinum “Í góðum hondum” fáa samskipa eldraøki betur, samstundis sum tað færri dupultfunktiónir millum eldra- og almannaøki, so verður pláss fyri meira tænastu. Vit síggja longu í dag at starvsfólkatrotið er stórt bæði innan almanna, dagstovna og eldraøki, hóast talið av starvsfólkum er nærum tvífalda seinastu 10 árini.
Vit gerast fleiri, og vit mugu fáa pláss fyri teimum tænastum, ið enn mangla. Tí snýr tað seg ikki um at minka vælferðarøkini, men at fáa meira burturúr og skapa rúmd fyri økta tørvinum. Vit ynskja at varðveita og menna eitt gott vælferðarsamfelag, og tí hava vit skyldu til at endurhugsa og flyta vælferðarsamfelagið, so tað megnar framtíðar avbjóðingar og framtíðar tørv.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna