Á altjóða kvinnudegnum, 8. mars, er enn eitt gott høvi at varpa ljós á ymisk kvinnupolitisk viðurskifti – og tíverri er rúgvan, har hetta er neyðugt, framvegis stór, og sær út til at dvína fyri uppmerksemi, sum fer aðrastaðni í gerandisdegnum.
Seinastu tíðina hevur onkur av miðlunum varpað ljós á avbjóðingar við sexismu og sexchikanu og handfaringina av hesum á mínum gamla arbeiðsplássi, meðan restin av miðlunum standa sum ryssur yvir deyðum fyli, og lata sum um tað nokk bara er eittans arbeiðspláss at slíkt fyrikemur. Halda óivað at best er at tiga tað burtur.
Sexisma er eitt útbreitt fyribrigdi um alt landið og á nógvum arbeiðsplássum. Tað umfatar hugburð, hendingar og sjálva trúnna á, at annað kynið (maðurin) er við yvirlutan og meira verdur enn hitt kynið (kvinnan). Hetta er bygt á eina einsporaða fatan, fordómar, siðbundnar kynsrollur og siðvenju. Sexisma kemur til sjóndar upp á ymiskar mátar. Alt frá niðurgerandi viðmerkingum um kyn og útsjónd, til lønarmunin millum menn og kvinnur, ójavna atgongd til leiðslustørv í samfelagnum, til luttøku í politikki. Sexisma stingur djúpt í samfelagnum, og er við til at skapa gróðrarbotnin fyri diskriminering og chikanu, her undir eisini seksuellari chikanu.
Seksuel chikana er tá atferð og hendingar fáa eitt seksuelt ella kynskrenkandi brá, ella tá ólíka maktviðurskifti verður útnyttaði á seksualiserandi hátt. Seksuel chikana er øll sløg av óynsktum seksuellum uppmerksemi ella atferð, sum krenkar ella hóttir ein annan. Sløg av seksuellari chikanu eru t.d. seksualiserandi viðmerkingar, kropslig neman ella nálgan ella meiri álvarslig krenkarabrot.
Felags fyri hetta er, at tann, sum tað gongur út yvir, kennir ótta, stikni og kann fáa kensluna at at verða lutligjørd ella vera minni verd. Seksuel chikana hendir ofta har sum tað eru ójøvn maktviðurskifti, sum t.d. á einum arbeiðsplássi. Tað kann eisini henda á útbúgvingarstovnum, í náttarlívinum ella alla aðrastaðni. Grundleggjandi, so er hetta tekin um manglandi virðing fyri samtykki og byggir eisini á sexistiskar ímyndir um at menn hava “rætt til” kvinnukroppin.
Tað er umráðandi at minnast til, at sexisma og seksuel chikana er meira enn keðiligar upplivingar, sum einstaklingar ikki áttu at komið útfyri. Tað eru reint grundleggjandi viðurskifti, sum darva kvinnunum at luttaka á jøvnum føti í samfelagnum.
Sexisman skínur ígjøgnum hugburðin um, at kvinnur kunnu ikki vera góðir leiðarar, tí tær eru so stýrdar av kenslum. Tað eru leiðarar, sum halda, at allar kvinnur í barnsburðaraldri skjótt fara í barnsburðarfarloyvi og tí velja tær frá til setanarsamtalur og lata vera við at bjóða teimum hægri starv.
Seksuel chikana kann vera maður, sum afturvendandi viðmerkir hvussu kvinnuligur starvsfelagi sær út ella gongur ílatin, á ein hátt, sum er óhóskandi og seksualiserandi, ella tað kann verða at nema uttan samtykki.
Vit vita, at hetta serliga gongur út yvir yngri kvinnur og at kvinnur uppliva avleiðingarnar av hesum sum strongd og ótta tá tær eru til arbeiðis. Tað kann eisini hava fíggjarligar og sosialar avleiðingar fyri tær kvinnur, sum kenna seg noyddar at skifta arbeiði ella frávelja summi arbeiðsøki sum eru merkt av sexismu.
Í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum eg havi sent tilhoyringar, eru eisini ásetingar um fyribyrgjan av kynsligum ágangi. Eg fegnist um, at vit nú taka fyrstu stigini at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og eg ivist onga løtu í, at tað fer at gagna øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum. Tíðin er eisini komin til at fáa gjørt dagføring av Javnstøðulógini, so hon, eins og í grannalondunum, ger seksuella chikanu ólógliga.
Tað er tí mín vón, at vit kunnu taka fatur á hesum samfelagstrupulleikanum og fáa tosið um gerandis-sexismuna fram í ljósið, so vit kunnu koma til lívs hesi forðingini fyri, at kvinnur fáa ta javnbjóðis umboðan í samfelagnum, sum vit eiga at hava.
Lat okkum berja gerandis-sexismuna niður og álvarsliga tala at, tí hesum vilja vit ikki finna okkum í.
Góðan kvinnudag – øll somul!
Margit Stórá, landsstýriskvinna