Jóhannis Joensen
Lesarabræv29. apríl 2020
Jóhannis Joensen

Tað loysti seg at spyrja

Endiliga sá landsstýrismaðurin logikkin í ikki at hækka ferðaseðlaprísin til Mykinesar. Undirritaði hevði ein grein 52 fyrispurning til landsstýrismannin í samferðslumálum um leiðina til Mykinesar í januar mánaði. Tá lovaði landsstýrismaðurin at fara undir ymisk átøk.

Onnur innan ferðavinnuna, millum annað Oda W. Andreasen, hava eisini tikið trupulleikan við ferðaseðlaprísum upp.

Nú er ferðaseðlaprísurin lækkaður aftur til upprunaliga prísin fyri vanliga føroyingin. Ein túrur til Mykinesar kostar nú aftur 60 krónur. Hesin prísurin er enn í hægri lagi, men allur bati bøtir.

Enn mangla vit, at siglingin verður longd frá apríl til oktober, og at lendingin í Mykinesi verður dagførd. Eisini er skipanin við frakt og eykatúrum avbjóðandi.

Aðrar útoyggjar hava líknandi trupulleikar.

Tí haldi eg, at landsstýrið skal seta sær tann yvirskipaða spurningin: Ynskja vit, at gera tað liviligari á útoyggj? Um svarið er ja, er avgerandi, at siglingin er bílig og smidlig.

 

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin