Einaferð spurdi eg ein lívfrøðing, hví skúgvurin er so aggressivur. Svarið eg fekk var nakað av tí klókasta, eg havi hoyrt. Skúgvurin er akkurát so aggressivur, sum hann noyðist at vera, segði hann. Skúgvurin ger júst tað, sum er neyðugt fyri at verja seg.
Vit liva í eini tíð, har tað er nógv at verja. Vit hava opið kríggj í Evropa, orkuprísirnir fara til himmals, og avleiðingarnar av eini náttúrukatastrofu eru farnar at merkjast. Tað eru nógvir kampar at taka.
Vit siga, at vit taka avbjóðingarnar í álvara. Men vit eru eisini heimsmeistarar í at brúka okkara lítlu stødd sum undanførslu fyri at kalla alt.
Á einum fundi siga vit, at vit vilja verða tikin í álvara.
Á hinum siga vit, at vit eru ov smá til at blanda okkum.
Tak radaramálið, sum vísti, at landsstýrið onga felags støðu hevði til okkara leiklut sum partur av nøkrum verjusamstarvi. Har uttanríkismálaráðharrin legði seg á málið, sum ein bjørn leggur seg fyri veturin. Og har alt fór at snúgva seg um, hvat Danmark goymdi.
Í staðin fyri, hvat vit skuldu gera.
Tak tilstundandi umhvørviskatastrofuna, har vit ta einu løtuna siga, at vit vilja gera okkara part. Og hina løtuna staðfesta, at vit eru so fá, at tað er líkamikið.
Og so er tað fiskivinnusamstarvið við Russland, har landsstýrið heldur ikki megnar at koma við nakrari felags útmelding. Har vit reka sølu- og kioskpolitikk og tosa um áhugamálini hjá nøkrum fáum. Heldur enn at tosa um trygd. Um virðir. Um at siga frá og gera tað rætta.
Um ikki at binda okkum ov tætt at teimum, vit ikki vilja kennast við.
Hetta er alt ein staðfesting av tí, vit longu vita. At hendan samgongan ikki hevur ánilsi av, hvar vit sum fólk skulu standa, tá tað snýr seg um virðir og uttanríkispolitikk. At vit helst ikki vilja taka støðu, tá ein av okkara fiskivinnupartnarum brýtur fólkarættin og fremur brutal álop á eina grannatjóð. At vit ikki tora at tala at, tá tað fær avleiðingar.
Okkum tørvar eina reella samrøðu, um hvørji vit vilja vera í heiminum. Men ikki minst, hvørji vit vilja vera í mun til okkum sjálvi. Og um vit yvirhøvur vilja geva nakað afturfyri.
Ynskja vit at verða tikin í álvara av øðrum, mugu vit fyrst taka okkum sjálvi í álvara. Vit mugu markera okkum greiðari uttanríkispolitiskt. Vit mugu tora at vera ágangandi, hóast vit eru smá.
Sum støðan er, noyðast vit at kvetta bondini við Russland. Eisini hóast tað kostar.
Vit eru ikki ein kiosk. Okkara uttanríkispolitikkur má vera meira enn keypsmannapolitikkur.
Vit mugu tora at taka støðu. Tí tað kann lættliga gerast dýrari at lata vera.
Jóan Pauli Dahl Jakobsen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin