Havnin er deilig, øll sum hon er. Men portrið til ta deiligu Havnina er fyri mong miðbýurin, sum við sínum hugna og vakurleika dregur gestirnar til sín, og tí er av alstórum týdningi, at vit hjúkla um miðbýin, so hann framvegis kann vera tað, ið vit øll vænta okkum av honum.
Vit skulu lyfta miðbýin uppaftur til tað, ið gevur hugna, tryggleika, upplivingar – ja, snøgt sagt trivnað. Tað verður uppgávan hjá komandi býráð at menna miðbýin, so hann aftur fer at blóma og veruliga sleppur at standa fyri øllum tí góða og heita, Havnin ber orð fyri at vera.
Vágsbotnur og Kongabrúgvin treingja til eina bøtandi hond, so tað verður enn hugnaligari hjá bæði gestum og havnarfólkum at leita sær oman. Tað sama við Vaglinum og Gongugøtuni, ið kunnu vera karmur um ymsar upplivingar, ið gera tað stuttligt at fara í miðbýin.
Somuleiðis eiga vit at betra um umstøðurnar hjá handilslívinum í miðbýnum, so bæði handlar og kundar kunnu fáa gleði av tí. Treytin fyri lívi í miðbýnum er ikki minst, at handilslívið blómar, tí uttan handlar, matstøð og onnur tilboð til borgaran, fáa vit ikki ein livandi miðbý.
Sølutorgið í Vágsbotni hevur til tíðir verið nógv umrøtt, og har eiga heilt greitt at verða gjørdar broytingar, tí við plintarnar er alt ov trongt til, at bæði bilar og fólk kunnu ganga hvørt um annað. Vit mugu tryggja okkum, at pláss onkursvegna er bæði fyri koyrandi ferðslu, parkering og fólki til gongu ella í keypsørindum.
Umsíður er tak komið yvir Steinatún, soleiðis sum vit høvdu lagt tað til rættis í farnu setu, og tað er at fegnast um. Nú ræður so um at fríðka um og gera tað høgligt hjá fólki at bíða eftir bussinum – ella bara at stytta sær stundir har eina løtu, tá ið ein kortini er í miðbýnum.
Yvirhøvur eiga vit at síggja til, at miðbýurin er snøggur, hugnaligur og innbjóðandi, tí hann er hjartað í høvuðsstaðnum, vit øll eru góð við. Har skulu øll kunna kenna seg sum heima, og tí vilja vit raðfesta ein góðan trivnað mitt í Havnini sera høgt.
Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin