Jóhannis Joensen
Lesarabræv02. apríl 2020
Jóhannis Joensen

Takið allar partar við í so týðandi avgerðum

Nú hevur verið frammi, at landsstýrið so líðandi ætlar at lata samfelagið upp aftur. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur í fjølmiðlunum boðað frá, at ætlanin er at lata skúlar, barnagarðar og frítíðartilboð upp aftur eftir páskir. Er hetta skilagott? Hetta krevur skilvísi.

Serskipanir eru í dag, har neyðugt er at hava opið bæði í barnagarði og skúlatilboði, og tað er skilagott. Fjarundirvísing er eisini partur av gerandisdegnum i fleiri skúlum.

Týðandi er, at slíkar avgerðir verða tiknar saman við øllum pørtum á økinum, tí hetta kann hava keðiligar avleiðingar. Hvør ábyrgdast um t.d. ein skúli gerst ein smittukelda, og hvussu verða mannagongdirnar? Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið, Pedagogfelagið, Hjálparfólkafelagið, foreldur og kommunur, saman við heilsumyndugleikunum, mugu vera partur av eini slíkari tilgongd.

Tí vil eg heita á myndugleikarnar at hugsa seg væl um, um hesar ætlanir gerast veruleiki.

Summi av grannalondum okkara hava lýst ársummælini sum galdandi, og hava avlýst próvtøkur og landsroyndir. Hetta er ein møguleiki.

Í øllum lutum mugu partarnir á arbeiðsmarknaðum vera við í avgerðunum framyvir eisini innan skúla, barnagarðs og frítíðarøkið.

Heldur fyrivarin enn eftirsnarin.

 

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin