Tað er framtíðin fyri oynna og einasti vegur, at fáa atgongd til allan arbeiðsmarknaðin og framburðin í Føroyum. Hetta snýr seg um, at Suðuroyggin skal yvirliva, skrivar Bjarni Hammer í lesarabrævi í kvøld.
"Suðuroyggin ikki partur av Føroyum!"
Hetta vísir seg aftur og aftur at verða hugburðurin hjá nógvum føroyingum, eisini í politisku skipanini.
Einsíðuga, almenna Kringvarpið, hevur skiftivís givið mótstøðufólki av Suðuroyartunlinum og Suðuroynni fríða mikrofon. Í óvøkrum pardansi við Landsverk gongur KVF framhaldandi á odda, fyri at lækka um liviumstøðurnar hjá suðuroyingum.
Í gjár toppaði ella kanska heldur botnaði KVF aftur við gera sítt til, at ræða føroyingar frá at stuðla tí komandi Suðuroyartunlinum! KVF hevði sett - ja haldið tykkum fast, sjálvan fyrrverandi kunningarleiðaranum hjá Landsverk at gera innslagið. Hesin hevði fingið til uppgávu, at festa í fjúsið aftur fyri hesa áhaldandi ræðukampanjuni.
Teimum í KVF so líkt, so høvdu tey funnið størstu mótstøðufólkini í Føroyum - tað skulu tey hóast alt hava rós fyri, mótstøðufólk megna tey at finna! Teir innbodnu vóru formaðurin í Búskaparráðnum og ein nólsoyingur í útlegd á Argjum. Hesir eru í tíð og ótíð komnir við dómadagprofetium um henda ólukku Suðuroyartunnilin.
Grundgevingarnar snúgva seg ongantíð um, hvussu nógv positiv árin tunnilin vil hava fyri Suðuroyingar og Føroyar - nei, einans verður tosað um, at so er ikki nóg mikið av peningi eftir komandi tíðina, til at gera líka nógv norðanfjørðs, eins og siðvenja jú er.
Hesir báðir fáa tað til ljóða, sum um ongar almennar íløgur eru gjørdar norðanfyri seinastu árini, hetta, hóast tað er sjón fyri søgn, at alt verður gjørt fyri at kleima allar Føroyar inn í miðstaðarøkið.
Tað sum tann politiska skipanin má gera sær klárt er, at onki annað mál, yvirhøvir, hevur nakran nevniverdigan týdning fyri suðuroyingar, enn tann komandi Suðuroytunnilin!
Tað er framtíðin fyri oynna og einasti vegur, at fáa atgongd til allan arbeiðsmarknaðin og framburðin í Føroyum. Hetta snýr seg um, at Suðuroyggin skal yvirliva.
Suðuroyggin hevur ikki fingið lut í framburðinum seinastu árini. Fólkatalið minkar og sosiali ójavnin hevur ongantíð verið størri. Okur hava longu trupult við at fylla skúlar og at manna ítróttarlið. Suðuroyingar finna seg ikki í hesi niðurgerini longur.
Suðuroyartunnilin SKAL gerast og hann skal als ikki forhálast longur. Jeg havi fingið staðfest, at øll neyðug kunning viðvíkjandi Suðuroyartunlinum er klár, seint í hesum árinum.
Tí havi jeg í dag sent inn §52 spurning til Løgmann, hvar jeg og allir suðuroyingar vilja hava at vita nær í ár, verklagslógin um Suðuroyartunnilin verður løgd fyri Løgtingið!
Suðuroyartunnilin er ikki BARA ein framburður fyri Suðuroynna, men so sanniliga fyri alt Føroya land!
Bjarni Hammer, Løgtingslimir, suðuroyingur bústitandi í Suðuroynni!