15. mars 2023

Súsanna: Hjálparpakkin má koma skjótast gjørligt

Við hesi rámandi røðuni hjá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, byrjaði løgtingið í dag sína viðgerð av uppskotinum um hjálparpakka til fíggjarliga sperd húski.

Í dag hava løgtingsfólkini viðgjørt uppskot um hjálparpakka til fíggjarliga sperd húski. Her er røðan hjá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin:

Ímyndið tykum at standa í einum matvøruhandi eftir loknan arbeiðsdag ein illfýsnan ónsdag á veg til hús at gera døgurða til familjuna; bæði børnini eru við til handils. Tey eru móð eftir dagsins gerning á stovni, í skúla og í frítíðarskúla, men gleða seg at fara til hús at gera døgurða. Í dag skulu tey hava pitabreyð til døgurða, og tað elska tey. Men... tí tað er eitt stórt men! Tá gjaldast skal, verður kortið avvíst. Tey royna aftur, men við sama úrsliti, og lítla familjan fer úr handlinum við ongum. Syrgiligt, men hetta kemur meira enn so fyri í Føroyum í dag og tað mugu okur gera nakað við sum skjótast.

Sonja Jógvansdóttir gjørdi vart við hetta, tá samgonguskjalið varð viðgjørt á ráðstevnufundi í Løkshøll 15. februar við heitinum ”Samgonguskjalið og samfelagið”. Hetta gjørdi stórt inntrykk á nógv; eisini meg. Eg havi so gjørt mær tann ómak at eftirkanna tað, og havi spurt meg fyri í fleiri matvøruhandlum - og nógvastaðni er svarið játtandi; tey uppliva oftari og oftari, at kort verða avvíst. Eisini gjørdi onkur vart við, at kontant nýtslan økist síðst í hvørjum mánaði.

Til viðgerðar er løgtingsmál nummar 56 hjá samgonguni, sum er Hjálparískoyti til húski og hækking av familjuískoyti í 2023 og løgtingsmál nummar 71 hjá Sambandsflokkinum, sum er Inflasiónsískoyti til húski í 2023, og verða hesi viðgjørd undir einum.

Í valskránni hjá Javnaðarflokkinum stóð m.a., at okur vilja geva eitt fíggjarligt ískoyti til sperd húski og í samgonguskjalinum stendur m.a.:

- Um ógvusligu príshækkingarnar halda fram, leggur samgongan fram uppskot um at veita bráðfeingis hjálp til ringast sperdu borgararnar

Okur vita væl, at fyri sperdu borgararnar, hevur bíðitíðin eftir uppskotinum kanska verið heldur drúgv, men nú eru okur so komin til fyrstu viðgerð av hesum átrokandi máli, og jeg vóni og vænti, at uppskotið fær ein konstruktiva, góða og skjóta viðgerð. 

Hækkingin í prístalinum hevur seinasta árið verið óvanliga stór og gongdin sær út til at halda fram eina tíð aftrat. Príshækkingarnar raka breitt og ymiskt, og tær ávirka fíggjarligu umstøðurnar hjá flestu húskum. Men tað er munur á, hvussu húski eru før fyri at standa ímóti príshækkingunum.

Húski, sum eru bundin at útreiðslum, og sum hava lágar inntøkur, hava avmarkaðar møguleikar at tillaga seg, og tí ynskja okur at veita eina hjálpandi hond til tey, sum eru ringast fyri. Endamálið við hesum uppskoti er sostatt at minka um ringastu avleiðingarnar av prísvøkstrinum, og við uppskotinum verður veittur fíggjarligur stuðul til húski við lágum inntøkum, sum ikki hava ognir av týdningi. 

Løgtinglógin um familjuískoyti fevnir um tvær ymiskar veitingar, sum ikki eru tengdar at eini almannahending. Veitingarnir eru ávikavist familjuískoyti, sum hevur verið veitt síðani 2016, og oljuískoyti, sum einans bleiv veitt eitt stutt tíðarskeið í 2022.

Familjuískoyti er ein veiting, sum er tengd at inntøku, tali av børnum og parlagsstøðu. Familjur við lægstu inntøkumum fáa hægri upphæddir enn familjur við høgum inntøkum. Familjuískoyti er skattafrítt og verður útgoldið mánaðarliga.

Tað eru umleið 250 til 300 familjur, ið hvønn mánað fáa familjuískoyti. Harav eru 35 til 40 pør, meðan restin eru stakir uppihaldarar. Tað eru umleið 460 børn, sum búgva í familjum, ið fáa familjuískoyti.Tey, sum fáa familjuískoyti, koma frá ymiskari sosialari bakgrund. Talan er bæði um familjur, ið fáa almannaveiting, borgarar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, lesandi o.s.fr. Felags fyri móttakararnar er, at tey hava lágar inntøkur, hava børn og hava ikki ogn.

Við løgtingslóg nr. 136 frá 25. oktober 2022 um broyting í løgtingslóg um  familjuískoyti, samtykti Løgtingið at víðka skipanina, soleiðis at heimild var í eitt avmarkað tíðarskeið at veita eitt  serligt  oljuískoyti. Persónsskarin varð  eisini  víðkaður  soleiðis,  at  vikið  varð  frá  treytini, sum er galdandi í sambandi við familjuískoyti, um at móttakarar skulu hava børn yngri enn 18 ár. Tað merkti, at øll húski kundu søkja um oljuískoyti– eisini tey, sum ikki hava børn.

Oljuískoytið varð játtað gott 400 húskjum av teimum uml, 760, sum søktu og samlaðu útreiðslurnar vóru góðar 4 mió. kr. Av teimum, sum fingu játtað oljuískoyti, vóru umleið 47 % fólkapensjonistar. 

1.4. Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum. 

Uppskotið hevur við sær tvær ymiskar broytingar:

Húski kunnu søkja um eitt hjálparískoyti á 12.000 kr., sum verður veitt eina ferð.

Vanliga familjuískoyti hækkar í eitt avmarkað tíðarskeið við 750 kr. fyri hvørt barnið.

Uppskotið byggir í stóran mun á somu meginreglur sum oljuískoyti, Høvuðsbroytingin er, at hjálparískoyti  ikki  er  treytað  av, at  húski  hevur  útreiðslur  til  olju til upphiting  av  bústaðnum,  og  tí  hevur  veitingin  eisini  fingið  annað  heiti.

Treytirnar fyri at fáa rætt til hjálparískoyti eru, at inntøkugrundarlagið í mesta lagi er:

Ein vaksin í húskinum: 290.000 kr.

Tvey ella fleiri vaksin í húskinum: 440.000 kr

Ogn í mesta lagi:

Eitt ella tvey vaksin í húskinum: 50.000 kr
Trý ella fleiri vaksin: 70.000 kr

Ung undir 23 ár, ið búgva saman við foreldrum, kunnu eiga upp til 50.000 kr., sum ikki er at rokna sum ogn.

Markið  fyri  inntøkugrundarlag  hjá  støkum  er í  hesum  uppskoti broytt í mun  til  oljuískoyti, meðan markið hjá húskjum, har tað búgva fleiri enn ein vaksin, er hækkað. Tað vísir seg, at tað eru ógvuliga  fá  húski,  har  tað  búgva  fleiri  enn  ein  vaksin,  sum  hava  rætt  til  oljuískoyti ella familjuískoyti. 

Fyri at  fáa  rætt  til  hjálparískoyti  skal  inntøkugrundarlagið  hjá  húskjum  við  fleiri  enn einum vaksnum í mesta lagi vera 440.000 kr. Hetta er uttan mun til talið av børnum. 

Tað vóru einstakar familjur, sum fingu sýtt umsókn um oljuískoyti, tí eitt heimabúgvandi 18 ára gamalt barn hevði barnauppsparing á nakrar 10 túsund krónur, og hetta hevði við sær, at foreldur samlað høvdu ogn hægri enn markið á 50.000 kr. Tí verður við hesum uppskoti eitt undantak sett  inn  lógina, soleiðis  at  ung  undir  23  ár,  sum  búgva  hjá  einum  ella  báðum foreldrum, kunnu hava ogn upp til 50.000 kr., sum ikki telur við, tá samlaða ognin hjá húskinum verður roknað.

Familjuískoyti

Uppskotið  hevur  við  sær,  at  í  tíðarskeiðinum  1.  juni til 31.  desember 2023 hækkar familjuískoytið við 750 kr. fyri hvørt barni um mánaðin. Hendan broytingin hevur við sær, at tær familjur, sum í dag fáa familjuískoyti, í eitt tíðarskeið fara at fáa hægri upphædd útgoldna. 

Í yvirlitinum yvir familjur, sum fingu familjuískoyti í januar 2023, síggja okur, at tað eru nógv flest stakir uppihaldarar, sum fingu familjuískoytið.

Uppskotið hevur nakrar fíggjarligar avleiðingar. Tað vóru gott 400 húski, sum fingu játtað oljuískoyti, ið var 10000kr. og útreiðslurnar vóru sostatt góðar 4 mio. kr. Tað ber ikki til at meta neyvt um, hvussu nógv fleiri húski fáa rætt til hjálparískoyti. Málbólkurin er víðkaður og tí kann væntast, at tað verða fleiri játtanir til hjálparískoyti enn tað vóru til oljuískoytið. Verða tað 600 húski, so verður útreiðslan 7, 2 mio. Verða tað 800 húski, verður útreiðslan 9,6 mio. kr. 

Við familjuískoytinum er lættari at meta neyvt um meirútreiðsluna. Tað eru uml. 460 børn, sum búgva í familjum, ið fáa familjuískoyti og hækkingin hevur sostatt við sær øktar útreiðslur til familjuískoyti á 345.000kr fyri hvønn mánað, hækkingin er galdandi. Sambært hesum uppskoti verður hækkingin galdandi í 7 mánaðir, svarandi til eina meirútreiðslu uppá uml. 2,4 mio. kr.

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, tí landsstýrið metir tað vera átrokandi, at fíggjarliga sperdar familjur fáa hjálp so skjótt sum gjørligt.

LM-071 vegna sambandsflokkin verður kallað eitt inflasjónsískoyti til húski í 2023 og verður við hesum lagt upp til at veita fíggjarligan stuðul til húski við lágum inntøkum og sum ikki hava ognir av týdningi. Endamálið er at minka um ringastu avleiðingarnar av prísvøkstrinum, ið hevur verið seinasta árið. 

Við hesum uppskotinum skal skipanain við verandi familjuískoyti viðkast í eitt avmarkað tíðarskeið, so onnur enn barnafamiljur kunnu søkja um nýggju veitingina, ið sum áður nevnt skal nevnast inflasjónaískoyti. Inflatiónsískoyti verður sostatt veitt húskjum bæði við børnum og uttan børn; tað er heldur einki aldurmark og tað merkir, at eisini fólkapensionistar, sum annars lúka treytirnar viðv. inntøku og ogn, kunnu fáa.

Tey, sum fáa umsóknina játtaða, fáa eitt útgjald eina ferð uppá 12.000kr, og tað eru so ávísar treytir um inntøku:

Ein vaksin í húskinum: 290.000kr

Tvey ella fleiri vaksin í húskinum og 0, 1 ella 2 børn: 390.000kr

Tvey ella fleiri vaksin í húskinum og 3 ella fleiri børn: 410.000 kr

Ogn í mesta lagi:

Eitt ella tvey vaksin í húskinum: 50.000kr

Trý ella fleiri vaksin: 70.000kr

Sambært uppskotinum ber ikki til at meta um, hvussu stórar útreiðslurnar verða í 2023. Inflasiónsískoyti verður latið húskjum, so tað er húskið, sum søkir. Sambært Hagstovuni eru gott 18.000 húski í FO. Verða tað 500 húski, sum søkja og lúka treytirnar, so verður útreiðslan 6 mio. kr. Verða tað 1000 húski, so verður útreiðslan 12 mio. kr.

So mong vóru orðini. Je sjálv og nógv við mær fegnast um, at okur eru komin hertil. Nú fara bæði uppskotini í trivnaðarnevndina, har tey fara at fáa ein sakliga og konstruktiva viðgerð, so okur kunnu hjálpa teimum, sum treingja, skjótast gjørligt. Tað kann bara ganga ov seint.