Heðin Mortensen
Lesarabræv28. mai 2020
Heðin Mortensen

Súkklurnar fyrst í Tórshavnar býráð

Sum tað sær út í løtuni, verður Havnin hertikin av súkklum og súkkluskúrum, so nú er at ansa sær. Bilarnir skulu ofrast og súkklurnar setast fremst, eru nýggjastu boðini!

Hesa vikuna eru nýggjar visjónir fyri høvuðsstaðin komnar undan kavi, tí nú hevur Marin Katrina Frýdal og býráðsmeirilutin staðfest, at allir bilar skulu út úr miðbýnum, tí súkklur og súkkluskúrar skulu framat. Sagt verður, at hetta er liður í eini ætlan um, at “fólkið skal vera fyrst”, men helst hava tey í meirilutanum gloymt, at tað eisini eru fólk, sum sita í bilunum...

Tað einasta, eg við mínum besta vilja síggi í hesi ætlan er, at nú skal Tórsgøta gerast fullkomiliga óbrúkilig, tí nú skal hon smalkast og súkkluskúrur gerast mitt á vegnum. Við øðrum orðum, skulu als eingir býbussar, ferðafólkabussar, vørubilar, lastbilar ella neyðsynjarakfør, so sum brandbilar, yvirhøvur vísa seg í Tórsgøtu aftur!

Hereftir skal Tórsgøta hava eittans endamál, sum verður at løða súkklubattarí og pumpa luft í hesi mongu súkkludekkini, ið óivað fara at standa í kø fyri at sleppa í skúrin. Ja, onkur vil enntá vera við, at tey hava biðið súkkluhandlar um at keypa súkklur inn í stórum, tí nú verður øll ferðsla í miðbýnum í Havn kollvelt.

Bilskattur tað næsta?
Ein onnur avleiðing av súkkluørskapinum er, at parkeringspláss skulu ofrast, so súkklurnar fáa bestu pláss á fyrstu parkett. Ótrúligt, at tað skal bera til at vera so blindur, at veruleikin púrast hvørvur, tí í dag er veruleikin altso, at bilar eru í miðbýnum – men súkklurnar eru fáar. Eitt súkklustativ stendur mitt á Vaglinum, men har er rárasta sjón at síggja nakra súkklu!

Tað næsta verður kanska, at eitt ella annað slag av eyka bilskatti skal leggjast á øll, sum ditta sær at nærkast miðbýnum í bili? Onkrastaðni skal fíggingin til luftkastellirnar hjá meirilutanum jú koma frá!

Sami meiriluti staðfestir nú, at stættarmunurin í Tórshavnar kommunu skal økjast, tí nú verða tað tey, ið súkkla, sum verða yvirstættin, og hini mugu bara tiga og rinda við kassa 1. Álvaratos, sum um bilarnir koyrdu av sær sjálvum, uttan at fólk var í teimum?

Fólkið sett aftast!
Sum so ofta, tá ið ør uppskot síggja dagsins ljós, er talan um kávalótir og einki annað. Veruleikin er jú, at býráðsmeirilutin púrt einki hevur megnað av øllum tí, ið skuldi avgreiðast hetta valskeiðið. Um hugt verður at teimum avrikum, tey hava breggjað sær av, so er stórt sæð einki hent, sum ikki varð áðrenn ella varð sett í verk av undanfarnu býráðssamgongu.

Enntá vil núverandi meiriluti fegin ofta Tórsgøtu sum mentanargøtu, so hon skal vera tann stóra súkklugøtan í staðin – fullkomuliga oyðiløgt av einum ovurvaksnum súkkluskúri mitt á vegnum...

Undanfarna samgonga gjørdi klárt við játtan og tekningum til at gera miðbýðin og serliga Steinatún til eitt fólkatorg burturav. Tak skuldi leggjast útyvir, so borgarar kundu standa turrir og í lívd fyri vindi og regni. Alt er klárt, tá ið hetta býráðið tók við, men her er einki hent, tí núverandi samgonga hevur súltað málið! Eitt lítið og skirvisligt reytt bussskýli stendur nú í Steinatúni, men veitir ikki ta lívd, ætlanin var at fáa við takinum, ið skuldi gera Steinatún liðugt, brúkiligt og prýðiligt!

Fólkið fyrst er lygn og latín, tí heldur enn at geva fólkinum góðar umstøður, eru tað súkklurnar, ið nú skulu setast fram um alt! Sektin á, um fólkið stendur turt, bara súkklurnar standa turrar!

Heðin Mortensen
býráðslimur