Aksel V. Johannesen
Lesarabræv25. november 2022
Aksel V. Johannesen

STYTTRI ARBEIÐSVIKA – MEIRA TÍÐ TIL FAMILJUNA

Løgtingsval 2022

Seinastu árini hava vit sæð alt fleiri fólki verða rakt av strongd, og alt fleiri børn og ung dragast við avbjóðingar av ymiskum slagi. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men nógv fólk og nógvar familjur eru undir stórum tíðartrýsti og hava ilt við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tíðin røkkur heilt einfalt ikki til, og hetta er uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til avbjóðingarnar í dagsins samfelag. Tí mugu vit gera tað lættari at sameina familju- og arbeiðslív.

Javnaðarflokkurin vil tí stytta arbeiðsvikuna so líðandi úr teimum 40 niður í 37 tímar. Og hetta skal gerast uttan, at nakar fer niður í løn.

Betri fyri umsorganarøkið

Nógv spyrja, um ikki enn fleiri starvsfólk fara at vanta innan umsorganarøkini, um vit stytta arbeiðsvikuna. So verður ikki. Heldur tvørturímóti.

Fyri tað fyrsta, so arbeiðir nógv tann størsti parturin av starvsfólkunum innan umsorganarøkini niðursetta tíð. Tey fara tí ikki at arbeiða færri tímar, tá ið vit stytta arbeiðsvikuna. Men tey fara upp í løn við at arbeiða somu tímar. Hetta tí teirra brøkur nærkast fullari tíð.

Fyri tað næsta, so hava bøttu arbeiðsumstøðurnar og lønarhækkingin helst við sær, at fleiri velja at arbeiða innan umsorganarøkini.

Og fyri tað triðja, so vísa royndir úr bæði Fraklandi og Íslandi, at tá arbeiðsvikan varð stytt, fóru tey, sum arbeiddu niðursetta tíð, upp í tíð. Somuleiðis vísa royndirnar úr hesum londum, at færri verða rakt av strongd, og starvsfólkini hava munandi færri sjúkradagar.

Privata vinnan

Tá vit styttu arbeiðsvikuna í 1960-árunum úr 48 tímum niður í 42 tímar og aftur síðst í 1970-árunum niður í 40 tímar, hoyrdust nógvar atfinningarsamar røddir. Ivamálini og spurningarnir vóru teir somu tá sum nú. Men tá arbeiðsvikan varð stytt, vísti tað seg, at øll ivamálini vórðu gjørd til skammar. Hóast vit fóru at arbeiða færri tímar, so vuksu framleiðslan, lønirnar og samfelagsbúskapurin. Og ongin, heldur ikki tey, sum tá vóru kritisk, ynsktu at fara aftur til longru arbeiðsvikuna.

Í løtuni eru 73 privatar fyritøkur og omanfyri 3.000 starvsfólk í Bretlandi við í einari slóðbrótandi verkætlan um at stytta arbeiðsvikuna niður í fýra dagar. Og tað vísir seg at rigga avbera væl. Níggju av tíggju fyritøkum siga seg sjálvbodnar fara at halda fram við skipanini við styttri arbeiðsviku, tá verkætlanin er av. Og helvtin av fyritøkunum sigur seg framleiða meira – hóast arbeitt verður færri tímar, meðan hin helvtin sigur, at framleiðslan er óbroytt.

Kunnu vit arbeiða meira enn 37 tímar?

Tá tosað verður um at stytta arbeiðsvikuna, kemur spurningurin ofta um tey, sum arbeiða meira enn 40 tímar, m.a. um tey, sum arbeiða á Varðin Pelagic. Tey arbeiða í dag 70 tímar um vikuna. Tá tú kanst arbeiða 70 tímar um vikuna, tá arbeiðsvikan er 40 tímar, so kanst tú sjálvsagt eisini arbeiða 70 tímar um vikuna, tá arbeiðsvikan er 37 tímar.

Øll vinna

Vit í Javnaðarflokkinum eru ikki í iva um, at vit øll vinna við at stytta arbeiðsvikuna. Løntakarin, familjurnar og eisini arbeiðsgevarar.

Aksel V. Johannesen