Við eini arbeiðsviku á 37 tímar verður tað høgligari at sameina familju- og arbeiðslív. Umstøðurnar verða betri fyri at hava eina meiningsfulla frítíð og, ikki at gloyma, at fáa ta lívsneyðugu hvíldina. Uttan hesa javnvág økist vandin fyri umsorganarmøði og strongd, sum longu raka alt ov meint í dagsins samfelag.
Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at arbeiðsvikan eftir fáum árum skal niður í 37 tímar. Ein styttri arbeiðsvika er til gagns bæði fyri trivnaðin hjá menniskjum og fyri úrslitið hjá arbeiðsgevarum, vísa royndir aðrastaðni frá.
Arbeiðsvikan hevur verið 40 tímar í góð 40 ár, og nú skal hon styttast niður í 37 tímar.
Við eini arbeiðsviku á 37 tímar verður tað høgligari at sameina familju- og arbeiðslív. Umstøðurnar verða betri fyri at hava eina meiningsfulla frítíð og, ikki at gloyma, at fáa ta lívsneyðugu hvíldina. Uttan hesa javnvág økist vandin fyri umsorganarmøði og strongd, sum longu raka alt ov meint í dagsins samfelag.
Stóra trotið á starvsfólki á vælferðarøkinum er nógv umrøtt. Fakfeløgini fyri heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar gera vart við, at teirra limir í stóran mun arbeiða niðursetta tíð, tí arbeiðsdagurin er ov langur. Og er arbeiðið í skiftandi vaktum, er nærum ógjørligt at røkka teimum 40 tímunum hvørja viku.
Hetta hevur álvarsligar avleiðingar fyri pensjónina og fyri lívsinntøkuna og setir alt ov nógv starvsfólk, serliga kvinnur, í eina sera ringa støðu, tí teirra løn røkkur frammanundan langt frá til ein gerandisdag, sum tíverri gerst alsamt dýrari.
Javnaðarflokkurin vil stytta arbeiðstíðina uttan at lækka lønina, og hetta merkir, at tey, sum arbeiða niðursetta tíð, fáa hægri løn, tí brøkurin verður nærri fullari arbeiðsviku.
Arbeiðið er ikki alt, og ein styttri arbeiðsvika gevur okkum betri stundir saman við okkara kæru.
Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið