Jóhannis Joensen
Lesarabræv26. mai 2021
Jóhannis Joensen

Styttið skúladagin og umraðfestið arbeiðsorkuna

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tíðin er komin til at endurskoða tímatalið í fólkaskúlanum og at umraðfesta arbeiðsorkuna.

Er longdin á arbeiðsdegnum avgerandi fyri, hvussu nógv verður avrikað hvønn dag, ella hvussu nógv verður lært hvønn dag? Ella er tað hvussu tú skipar dagin og effektivitetin í arbeiðnum?

Fyrstu arbeiðstímarnir og lærutímarnir á degnum eru ofta mest effektivir, og helst eru tað her fæst feilir verða gjørdir.

Hví seta vit arbeiðsvikuna – eins og stovns- og skúlavikuna – at vera júst 40 tímar, tá vit kundu gjørt tað sama arbeiði bert í styttri tíðarskeið av degnum og fingið sama ella kanska betri úrslit? Er hetta gomul vanahugsan?

Fleiri privat arbeiðspláss hava “flex”-arbeiðstíðir í dag. Summi arbeiðspláss steðga kl. 12.00 fríggjadag fyri at leingja vikuskiftið hjá starvsfólkunum. Arbeiðið sampakkar tá betri við familju og frítíðarlív.

Grannalond okkara hava bæði styttri arbeiðs- og skúlaviku. Hví man tað vera? Avrika tey minni? Læra tey minni? Sambært PISA-kanningum eru tey frammanfyri okkum í Føroyum. Hetta skal kortini takast við fyrivarni.

Hvussu hongur familjulív, arbeiðslív, stovnslív og skúlalív best saman?

Nú kenni eg væl til skúlalívið. Har er mín hugsan, at mest kemur burtur úr einum skúladegi fyrra partin av degnum. Heldur minni kemur burturúr eftir døgurðasteðgin, og eftir kl. 13.30 er orkan, bæði til innlæring hjá næmingunum og til undirvísing hjá læraranum, fallin munandi. Hetta merkir, at bæði arbeiðsorkan og innlæringsorkan, ið verður brúkt 7. og 8. tíma av skúladegnum ofta er spilt orka.

Hetta er mest galdandi fyri framhaldsdeild og miðdeild, av tí at grunddeildin sjáldan er í skúla eftir kl. 13.30.

Hví ikki stytta skúladagin niður í mesta lagi 6 undirvísingartímar hvønn dag og brúka arbeiðsmegina 7. og 8. tíma sum tvílæraraskipan á morgni, ella sum skúlin raðfestir best á staðnum? Soleiðis umraðfesta vit arbeiðsmegina, tá innlæringsmóttøkan og arbeiðsorkan er størst. Hetta krevur sjálvandi eina endurskoðan av lærugreinabýtinum og umraðfesting av lærugreinum. Eitt ávíst arbeiði er í gongd í Mentamálaráðnum, men eg kundi hugsað mær, at hetta gekk skjótari.

Tað er eisini hugsandi, at ein royndarskipan av ymiskum leistum um longd av skúladegi á ávísum skúlum kundi undirbygt, hvussu tann skilabesta loysnin hevði sæð út.

Fylgjandi tættir áttu eisini at verið tiknir til viðgerðar í sambandi við endurskoðan av skúlaskipan okkara. Vit eiga at endurskoða longdina av skúladegnum. Tvungin hjálparskipan til skúlating og harvið tillagað heimarbeiði, átti eisini at verið partur av skúlaleistinum. Tvílæraraskipan í innskúlingini, tað vil siga ein lærari til 12 næmingar, er neyðugt. Tímatalið í handaligu og bókligu lærugreinunum eigur at javnviga betur, próvtøkuhættir eiga at eftirmeta úrslit, arbeiðslag og arbeiðsgongd, umframt at flokslæraraleikluturin saman við undirvísingarpartinum eigur at endurskoðast.

Kanska skyldast ein partur av misstrivnaðinum hjá børnum og ungdómum øktu krøvini til ein bókligan skúla, har meting av úrslitum fylla meira enn formativa eftirmetingin og persónliga menningin ella dannilsið.

Vit eiga at endurskoða grundleggjandi skipanir í okkara vælferðarsamfelagi – eisini skúlaskipanina. Meldurs-tilveran, vit í dag liva í, nýtist ikki at gerast upp í tíð, men heldur hvat gevur best úrslit, menning, meining og trivnað fyri okkum øll, okkara børn og tí eisini samfelagið.

 

Jóhannis Joensen