Heðin Mortensen
Lesarabræv27. oktober 2020
Heðin Mortensen

Stórt spæliland á Bacalao

Bæði børn og barnsligar sálir hava av og á brúk fyri at spæla sær – og gjarna undir taki, tá ið tað kanska ikki viðrar at gera nakað uttandura. Tankin um eitt stórt spæliland hevur ofta verið nevndur, og hann er helst nærri enn nakrantíð.

Kommunuval 2020

Í hinari samgonguni varð arbeitt við, at báðar fimleikarhallirnar í Finsen kundu brúkast, men tað er síðani feiað av borðinum, so einki er komið burturúr enn. Men nú tað sær út til, at Vestara bryggja hevur hepnast so væl á fleiri økjum, kunnu vit saktans halda fram har – og enntá við munandi størri og betri møguleikum, enn tvær fimleikarhallir kundu givið.

Skulu vit hugsa alternativt, so stendur allur tann mittasti bygningurin hjá Bacalao, sum er í fimm hæddum, klárur at gera til eitt stórt spæliland, um tað er tað, vit vilja hava. Har eru bestu karmar um eitt stórt innandura spælipláss, ið kann brúkast allan dagin og um kvøldið við. Og so hóskar eitt spæliland væl til skating og klintring, sum frammanundan eru í grannabygninginum.

Fyri alla familjuna

Eitt slíkt spæliland vendir sær kanska mest til tey smáu ella smæstu, men verður rætt borið at, kunnu bæði smá og stór børn fáa gleði av stóra spælilandinum á Vestaru bryggju, tí eisini tey vaksnu eru í gongd. Her ber til at geva øllum barnafamiljum eitt gott tilboð, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman.

Fyrimunirnir við einum slíkum spælilandi kunnu vera so nógvir. Ein tann størsti er, at hóast veður og vindur kanska ikki loyva spæli uttandura, ber altíð til at spæla innandura í staðin. Bacalao-bygningurin hevur fimm hæddir, ið geva møguleika fyri ymsum hølum, so tað eitt nú ber til hjá eini familju at fara í spælilandi at halda føðingardag ella familjuútferð.

Tórshavnar kommuna eigur longu bygningin, so vit kunnu fara í gongd, so skjótt vit sleppa framat, og um vilji er til tað.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin