Um Suðuroyggin eigur nakran góðan í samgonguni, so vóni og vænti eg, at tey finnast at hesum útsagnunum frá landsstýrismanni teirra.
Fyrst í desembur mánaði setti eg landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um ferðakostnað. Ítøkiliga bað eg landsstýrismannin greiða frá kostnaðinum fyri ávikavist fimm fólk í einum bili, sum ferðast gjøgnum Vágatunnilin og fimm fólk í einum bili, sum ferðast við Smyrli. Eg vísti á, at um ætlanin er at avtaka kostnaðin fyri at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar uttan at lækka ferðaseðlakostnaðin við oyggjaleiðum samsvarandi verður enn størri munur á ferðakostnaðinum hjá fólki kring landið.
Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at tað er dýrari at ferðast úr Vágum enn úr Suðuroy. Landsstýrismaðurin hevur gjørt sær ómak við at finna dýrasta hátt at ferðast úr Vágum til Havnar fyri at sleppa undan lækka ferðaseðlakostnaðin fyri suðuroyingar. Hóast spurt verður, hvat tað kostar at ferðast í bili, svarar Jørgen Niclasen, hvat tað kostar at ferðast við bussi. Hann velur eisini tilvitað ikki at taka avsláttur við, hóast vit vita, at so at siga øll, sum ferðast javnan úr Vágum, fáa avsláttur.
Tá landsstýrismaðurin ikki vil geva okkum tølini, so skal eg royna. Fimm vaksin fólk í einum bili úr Suðuroy kunnu sleppa av keikanti til keikant fyri 463,25 krónur, um tey fáa avslátturin á 15 %. Fimm fólk í einum bili kunnu ferðast fyri 20 krónur gjøgnum Vágatunnilin, um tey hava tunnilshald. Kortini megnaði landsstýrismaðurin við svari sínum at fáa miðlarnar at skriva yvirskriftir um, at tað er dýrari at ferðast úr Vágum enn úr Suðuroy. Misskil meg ikki – vit suðuroyingar eru fegnir um, at tað ber til at ferðast gjøgnum Vágatunnilin fyri 20 krónur. Tað gevur okkum eina vón um, at tað einaferð fer at bera til at ferðast bíliga millum oyggjarnar.
Men forhánisliga aftursvarið frá landsstýrismanninum vísir okkum enn eina ferð, at Jørgen Niclasen arbeiðir fyri seg og síni. Hetta er størsta vanvirðingin móti suðuroyingum í nýggjari tíð. Um Suðuroyggin eigur nakran góðan í samgonguni, so vóni og vænti eg, at tey finnast at hesum útsagnunum frá landsstýrismanni teirra.
Vit suðuroyingar kundu eisini hugsað okkum ein tunnil, og eg fari at arbeiða hart fyri, at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin fara í gongd sum skjótast. Uppskotið um at stovna P/f Suðuroyartunnilin er latið Løgtinginum. Men tunnilin verður ikki veruleiki fyrr enn í fyrsta lagi í 2030. Inntil vit knýtast uppí restina av landinum, ynskja vit okkum trygt og støðugt ferðasamband fyri ein kostnað, sum er javnsettur til restina av landinum. Heldur Fólkaflokkurin, at tað er ov nógv at forlanga?
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin.