Jenis av Rana hevur boðað frá, at hann ætlar at steðga innflutningi av íslendskum kjøti, samstundis sum vit innflyta útlendskt vatn í stríðum streymum. Tað fekk Henrik Old at seta løgmanni ein munnligan fyrispurning í tinginum í dag.
Í tíðindasendingum í síðstu viku boðaði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum frá, at hann fór at steðga innflutninginum av seyðakjøti úr Íslandi. Óvanliga orsøkin var, sambært landsstýrismanninum, at kjøtið var ov bíligt. Jenis av Rana boðaði samstundis frá, at hann hevði sett sendimannin í Íslandi í gongd við at kanna viðurskiftini, tí pástandurin var, at tað ikki var loyvt at selja kjøtið í Íslandi, og at einasti máti at sleppa av við kjøtið var at selja tað til Føroya.
- Um landsstýrismaðurin ætlar at nokta innflutningi av kjøti úr Íslandi, so er tað viðkomandi at seta spurnartekin við, hví vit loyva innflutningi av kjøti úr øðrum londum so sum New Zealandi. Og hví vit uttan trupulleikar kunnu innflyta aðrar útlendskar vørur, so sum fløskuvatn, í stórum mongdum, segði Henrik Old.
Løgmaður vísti á, at henda avgerðin ikki var viðgjørd í landsstýrinum, men at hann visti um avbjóðingarnar, sum vóru við íslendska kjøtinum m.a. at veðrarnir vóru so stórir, at tað var sum at síggja oksakjøt á borðinum.
- So manglar hann at fara ein túr til Porkeris at hyggja eftir veðrunum har. Teir veðrarnir standa ikki aftanfyri hesar íslendsku, svaraði Henrik Old á tingsins røðarapalli.
Løgmaður segði eisini, at landsstýrismaðurin ikki ætlaði at banna kjøti úr Íslandi, men at eitt samskiftini millum myndugleikarnar í londinum hevði tikið seg upp, so at avbjóðingarnar kunnu loysast í nærmastu framtíð.