Javnaðarflokkurin í Vágs kommunu er klárur við einum sterkum liði. Níggju fólk eru á listanum, onkur royndur og fleiri nýggj.
Í løtuni eru trý umboð fyri Javnaðarflokkin í Vágs kommunu. Tey eru Kirstin Strøm Bech, Eydis Kjærbo og Levi Mørk. Av teimum trimum er tað bara Levi Mørk, sum stillar upp aftur. Javnaðarflokkurin vil tí við hesum takka Kirstin Strøm Bech og Eydis Kjærbo fyri tað stóra arbeiðið, sum tær hava gjørt fyri flokkin.
Men hóast hesar ikki stilla upp aftur, so trýtur ikki við valevnum. Nú listin hjá Javnaðarflokkinum í Vágs kommunu er liðugur, er tað er greitt, at níggju fólk eru á listanum.
Tey uppstillaðu fyri Javnaðarflokkin í Vágs kommunu eru hesi:
Johan Augustinussen
Jens Petur Brattalíð
Eyðfinn Debes
Magnus Mørk Hjelm
Bjarni Johansen
Birna Müller
Levi Ryggshamar Mørk
Ingi Poulsen
Jórun Poulsen