Hevur tú hug at arbeiða við politikki á einum spennandi arbeiðsplássi? Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum sóknast eftir ráðgeva við góðum samskiftisevnum og sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur gott innlit í politikk og samfelagsviðurskifti, hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Somuleiðis vænta vit, at tú hevur góð samskiftisevnir og ert fleksibul. Týdningarmikið er, at tú dugir væl at orða teg og at framleiða skrivligt tilfar.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur eina hægri útbúgving innan samskifti, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði ella líknandi útbúgving.
Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv við starvsstaði í Løgtinginum. Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar og fevna m.a. um at veita umboðum floksins upplýsing og ráðgeving í politiska arbeiðnum, herundir eisini samskiftisráðgeving. Harumframt fevnir starvið eisini um samskipan av gerandisarbeiðnum hjá tingbólki floksins.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Roknast kann við, at arbeiðstíðin til tíðir kann fella uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðgunn Samuelsen, tingbólkaforkvinnu, á telefon 755247.
Umsókn saman við lívsrensli, prógvi, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast á javnadarflokkurin@logting.fo í seinasta lagi 15. oktober 2023.