Í Tórshavnar kommunu starvast fleiri enn 2000 starvsfólk, og eru flestu starvsfólkini limir í viðkomandi yrkisfelagi, ið vegna limirnar er samráðingarpartur við m.a. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).
Føroya Pedagogfelag, Starvsmannafelagið, Heilsurøktarfelagið og Heilsuhjálparfelagið eru nøkur av yrkisfeløgunum, ið kommunan hevur ávirkan á sáttmálaviðurskiftini hjá. Hetta eru stór yrkisfeløg, og teirra limir, hava týðandi lut í, at arbeiði í kommununi kann blíva útint. Hesi starvsfólk hava ábyrgd av m.a. vælferðartænastum, umsorgan og røkt, ið er ein stór og neyðugt tænasta hjá kommununi.
Sum arbeiðsgevari skal kommunan altíð ganga fremst, og í minsta lagi virða vunnin sáttmálarættindini hjá teirra limum – øllum! Eisini hevur kommunan møguleika, umvegis KAF, at arbeiða fyri at betra viðurskiftini hjá teirra limum, tað kundi verið við at lønt teirra starvsfólkum við hægri løn.
Skipanin er soleiðis, at allir sáttmálar skulu góðkennast í Fíggjarmálaráðnum, og har vita vit øll, hvussu tað kann ganga, og hvørja ávirkan KAF hevur hesum viðvíkjandi. Vit minnast øll skipaða opnað kríggið millum borgarstjóran í Havn og fíggjarmálaráðharran, ið borgarstjórin ”vann”.
Í minsta lagi vunnin sáttmálarættindini skulu haldast og virðast, takk!
Í Tórshavnar kommunu skulu vit hava eitt býráð fyri borgaran!
Bjarni Beder, valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020