Heðin Mortensen
Lesarabræv16. november 2022
Heðin Mortensen

Standið saman um Havnina

Nú nýggj stjórn tekur við til á nýggjárinum havi eg sum borgarstjóri nøkur ynski fyri Havnina sum landsins høvuðsstað. Okkum tørvar ein nýggjan heildarhugburð til Havnina sum landsins miðstøð, sum høvuðsstað hjá øllum føroyingum.

Nú nýggj stjórn tekur við til á nýggjárinum havi eg sum borgarstjóri nøkur ynski fyri Havnina sum landsins høvuðsstað. Okkum tørvar ein nýggjan heildarhugburð til Havnina sum landsins miðstøð, sum høvuðsstað hjá øllum føroyingum.

Hetta, at tingfólk áhaldandi í øllum málum á tingi meta høvuðsstaðin í andstøðu til restina av landinum, má halda uppat. Havnin er okkara alra høvuðsstaður, sum vit øll eiga at vera góð við.

Mangan hava vit í Tórshavnar kommunu verið um at falla i fátt, tí Havnin ongan góðan hevur átt á løgtingi. Trýstið á Havnina er ómetaliga stórt. Her er stórur fólkavøkstur. Heldur hann fram, ganga ikki nógv ár, til helmingurin av føroyingum búgva í miðstaðarøkinum.

Tingfólk mugu byrja fyrihalda seg til henda veruleika.

Tí tørvar okkum fólk á løgting, sum eru góð við Havnina.

Kanningar hjá Bústaðir hava áður víst, at ikki færri enn 86% hava Havnina sum fyrsta val. Aðrar kanningar hava víst, at av føroyingum uttanlands hava 90% Havnina sum fyrsta val, um og tá tey flyta heimaftur.

Vit noyðast tí at skapa karmar fyri einum góðum lestrarumhvørvi, vit betra íbúðarmøguleikarnar og gera tað lættari hjá lesandi at flyta heim. Í hesum stendur Havnin rættiliga einsamøll, tí løgtingið hevur heldur viljað javnað út og lagt fótonglar fyri menningina í Havnini.

Havnin er høvuðsstaður fyri allar føroyingar, vit eiga øll høvuðsstaðin. Men høvuðsstaðnum tørvar fólk á løgtingi við røttum hugburði, fólkum, ið skilja, at høvuðsstaðurin er sætið hjá landsins stjórn og landsins umsiting og harav hópin av almennum tænastum, sum ofta føra til risa íløgur fyri býin.

Tá tað almenna ger ein tunnil til Havnar, førir hetta til risaíløgur fyri Havnina. Tá tað almenna rættiliga sjálvsagt leggur eitt tjóðleikhús í Havn, so hevur hetta stórar infrastrukturellar íløgur fyri kommununa við sær. Tað sama er galdandi fyri allar stovnar, ið annars tæna øllum landinum.

Okkum tørvar fólk á løgtingi, sum virðismeta tað samstarv, sum longu er byrjað innan útbúgvingarøkið, herundir samstarv um bygningar og infrastruktur. Okkum tørvar fólk, sum síggja Havnina sum eitt prosjekt fyri allar Føroyar.

Okkum tørvar eisini forstáilsi á fleiri týdningarmiklum økjum. Eitt er, at vit illa kunnu loysa stóra parkeringstørvin við parkeringshúsum ella -tunlum, uttan at vit fáa loyvi til gjaldsparkering. Hetta hevur løgtingið ikki viljað hoyrt um.

Í miðbýnum í Havn eru fleiri enn tveytúsund parkeringspláss, helmingurin kommunal og helmingurin privat. Bert góður triðingur av hesum eru tíðaravmarkað. Men Havnin hevur avmarkað pláss, tá tað snýr seg um at útvega øki til parkering. Tí mugu vit hugsa alternativt. Heimild má sum skjótast gevast til gjaldsparkering.

Kommunan eigur ikki og skal ikki lyfta hesa uppgávu einsamøll.

Trygdin í býnum hevur stóran og vaksandi týdning. Yvirvaking av ávísum økjum er eitt annað mál, sum løgtingið má taka støðu til.

Ein betri umboðan á løgtingi og eitt betri samstarv millum løgtingið og Vaglið, sum í løtuni umboðar 42,5% av Føroya fólki, hevði eisini forðað fyri ti ófatiliga vavstri av villeiðandi og skeivum upplýsingum, vit dagliga skulu brúka tíð uppá at berjast móti avleiðingunum av.

Farnu viku undirskrivaðu vit endiliga avtaluna um kampus á Frælsinum. Ein lítil partur av hesi avtalu snýr seg um, at kommunan yvirtekur gamla studentaskúlan í Hoydølum – møguliga at brúka til Kvøldskúlan, so vit kunnu frígeva heilan hóp av undirvísingarhølum í býnum til annað virksemi.

Hóast kommunan hevur samtykt størstu fríøkisavtalu í Føroya søgu, og hóast at Hoydalar er partur av hesi avtalu, so koyrir møsnið víðari – skotið í gongd av einum fyrrverandi løgtingsmanni – at kommunan skal vandalisera allan dalin og fyrilitaleyst tyrva alt undir asfalt og betong.

Slíkt óvitandi møsn skulu vit berjast ímóti dagliga. Tílík ignoransa má steðga og vit mugu fáa í lag eitt betri samskifti við løgtingslimir. Tað fáa vit millum annað við at havnarfólk standa saman valdagin og tryggja, at Havnin fær eina virðiliga umboðan í løgtingið.

Standi tí saman um Havnina valdagin.

 

Heðin Mortensen

borgarstjóri