Uni Holm Johannesen
Lesarabræv30. november 2022
Uni Holm Johannesen

Standa saman um Setrið

Løgtingsval 2022

Vitan um aliútgerð. Vitan um happing í fólkaskúlanum. Vitan um plantur og djór á føroyska landgrunninum. Vitan um lesivanar hjá føroyskum børnum. Vitan um veður og aldu í Føroyum. Vitan um, hvussu okkara politiska skipan virkar.

Hetta eru bara nøkur fá dømi um virðismikla vitan, sum Fróðskaparsetrið framleiðir beint nú.

Her er talan um ítøkiliga vitan um okkara samfelag. Um okkara børn. Um okkara vinnu. Um okkara føroyska mál og okkara søgu. Um okkara lærarar. Um politikk, lóggávu og sosial viðurskiftini. Um okkara altjóða viðurskifti.

Útgávurnar, sum granskarar á Setrinum geva út, eru á einum høgum altjóða stigi og koma ofta út í viðurkendum tíðarritum uttanlands.

Vitanarframleiðslan stuðlar beinleiðis upp undir undirvísingina á Setrinum.

Tí mugu vit sláa manngarð, bæði um granskingina og um frálæruna, tí hesi hanga óloysiliga saman.

Um vit ikki styrkja og menna vitan um okkum sjálvi, hvør skal so gera tað?

Alt gott um, at føroyingar nema sær útbúgving uttanlands, men vit kunnu ikki dúva upp á Oxford University, Háskóla Íslands ella Århus Universitet, tá ið tað kemur til at vita meira um Føroyar.

Setrið stendur mær nær. Eg tók fyrstu árini av mínari útbúgving har, og seinni havi eg roynt meg sum bæði undirvísara og próvdómara.

Eg haldi, at vit mugu skapa bestu umstøður fyri okkara Fróðskaparsetur.

Tað gera vit við at:

• Raðfesta ein seturskála – eitt kampus – so hølisumrøðurnar gerast góðar

• Hækka stuðulin hjá teimum lesandi, so tey ikki noyðast at arbeiða fulla tíð við síðuna av lesnaðinum

• Tryggja setrinum altjóða góðkenningar

• Seta fleiri viðkomandi útbúgvingar á stovn

• Styrkja møguleikarnar fyri fjarlestri

Vit byggja land bæði við bókligari vitan og hegnigum hondum.Fróðskaparsetrið er eitt umráðandi amboð í fólkavøkstri og at fáa fólk at støðast, og eitt sterkari Setur kann bara hava við sær einar sterkari Føroyar.

 

Tí er Fróðskaparsetrið millum málini, eg fari at virka fyri, um eg verði valdur tann 8. desember.

Uni Holm Johannesen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin