Djóni Nolsøe Joensen heldur, at vit eiga at fáa sorgarfarloyvi, tá vit missa børn, eins natúrligt og vit fáa barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa børn. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum ein fyrispurning um sorgarfarloyvi, so foreldur fáa lógartryggjan rætt til tíð at syrgja.
Í Føroyum hava vit eina góða barsilsskipan, sum ger tað møguligt at vera burturi frá arbeiðsmarknaðinum, tá vit fáa eitt barn. Doyr barn í móðurlívi ella er deyðføtt, hevur tú somu rættindi, sum var tað livandi. Men doyr barnið seinni, hava foreldur eingi lógartryggjað rættindi til farloyvi. Tí hevur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sett landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum ein fyrispurning um hetta.
- Foreldur, sum eru í tí vanlukkuligu støðu, at barn teirra doyr, handfara støðuna ymiskt. Summi hava tørv á at sleppa skjótt aftur til arbeiðis, meðan onnur ikki hava orkuna til tess og hava tørv á at syrgja heima í eina tíð. Foreldur, sum hava tørv á hesum seinna, hava møguleika til at søkja um at verða sjúkrameldað, men mugu í støðuni sjálv syrgja fyri at søkja og endurnýggjað fleiri ferðir, um tørvur er á tí. Í hesum sambandi er vælvild frá arbeiðsgevara avgerandi. Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at foreldur, ið missa børn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Djóni Nolsøe Joensen vísir eisini á, at tað eigur at vera eins natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá vit missa eitt barn, sum at fara í barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa eitt barn.
Helgi Abrahamsen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.