- Vit kunnu kanska siga, at tað, vit nú fara undir, er ríkisfelagsskapurin 2.0, siga Sjúrður Skaale og Bjarni Hammer eftir søguligar dagar í Nuuk.
- Føroyar skulu hava fult innlit í verju og trygdarmál, viðgera tey og taka støðu til tey. Okkara sjálvræði verður munandi víðkað, siga teir.
Uttanríkisplitikkur og trygdarpolitikkur fyllir støðugt meir, og gerst partur av fleiri og fleiri málsøkjum. Tað kann skapa vanda fyri, at Danmark, sum hevur formligu ábyrgdina av verju og trygd, og Føroyar, sum hava ábyrgdina at øðrum, kunnu fara skeiv hvør av øðrum.
Vit kunnu taka eina vinnupolitiska avgerð, sum eisini snýr seg um trygd, og Danmark kann taka eina trygdarpolitiska avgerð, sum eisini snýr seg um vinnu.
Tí er tørvur á nógv størri samskifti og samstarvi millum øll trý londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyar skulu í komandi tíðum taka størri trygdarpolitiska ábyrgd – men tað krevur, at vit eisini ta vitan, sum danskir myndugleikar hava.
Hvussu samstarvið skal skipast framyvir hevur verið á skrá í Nuuk hesa vikuna, har uttanríkisnevndirnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi hava hitt ráðharrar úr øllum londunum, og í felag umrøtt viðurskifti um trygd og verju, sum oftast bara verða umrødd í donsku nevndini.
Umrøtt varð eisini, hvussu hetta nýggja samstarvið skal skipast framyvir. Ein av stigtakarunum til nýggja samstarvið er Bjarni Hammer, formaður í føroysku nevndini.
Sjúrður Skaale er gjøgnum fólkatingið varalimur í donsku nevndini, og hevur tí eisini tikið lut í Reykjavík. Eisini hann hevur leingi talað fyri, at hetta samstarv kemur í lag.
Eins og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er vælnøgdur við fundirnar við donsku stjórnini í Nuuk hesa vikuna, eru okkara parlamentarisku umboð, Bjarni og Sjúrður, væl nøgdir við dagarnar í Nuuk.
- Vit kunnu kanska siga, at tað, vit nú fara undir, er ríkisfelagsskapurin 2.0, siga teir.
- Tað, sum fyrr hava verið reint donsk málsøki – verja og trygd – verða nú í veruleikanum eisini málsøki, sum føroyingar skulu hava fult innlit í, viðgera og taka støðu til. Við hesum víðka vit sjálvræði og ábyrgd Føroya á heilt grundleggjandi økjum.