26. mars 2024

SØGULIG LANGTÍÐARSEMJA

Tíðliga seinnapartin undirskrivaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin eina tvørpolitiska langtíðarsemju um tvíliðaða gjaldsskipan fyri alivinnuna.

Í stuttum verður skipanin sett saman við tøkugjaldi og serskatti á yvirskotið hjá alifeløgunum.

- Í Javnaðarflokkinum vóna vit, at hetta verður tann fyrsta av nøkrum breiðum langtíðarsemjum í hesum samgongusskeiðnum. Tíðin krevur politiskar nýskipanir, og at vit fáa lagt nakrar politiskar langtíðarkarmar fyri okkara samfelag, so knappligar lógarbroytingar ikki elva til óneyðugt órógv fyri fólk og vinnu, sigur Uni Holm Johannesen, ið sum vinnunevndarumboð hevur umboðað Javnaðarflokkinum í hesum samráðingunum.

- Við hesari semjuni hava vit vissað okkum, at fólk í Føroyum fáa sín rímiliga og munandi part av serstaka vinninginum, ið rættindini at ala kunnu hava við sær sum vinnulig serrættindi. Samstundis veit vinnan nú, hvat hon hevur at fyrihalda seg til, tá ið hon skal leggja arbeiðið til rættis komandi árini.