Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv18. november 2022
Eyðgunn Samuelsen

Smidligari skipanir fyri familjur við børnum ið bera brek

Endamálið við okkara almannalóggávu, tá ið tað snýr seg um familjur við barni, ið ber brek, er, at lóggávan skal stuðla uppundir, at tað er møguligt hjá familjuni at vera saman við barninum, og at foreldrini kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við øll onnur.

Løgtingsval 2022

“Meirútreiðslur vegna brekað barn” er ein skipan, ið ofta verður nýtt av foreldrum í eina tíð, meðan bíðað verður eftir at fáa eina tænastu til barnið. Tað er kortini ikki heilt rætt at siga, at foreldrini saman nýta hesa skipan. Rættari er at siga, at tað er mamman, ið fer av arbeiðsmarknaðinum, tí skipanin loyvir ikki foreldrum at deilast um at fara heim, til dømis hálvan dag í part.

Tað skal vera annar av foreldrunum, ið fer av arbeiðsmarknaðinum, og tað endar aloftast við, at mamman fer. Hetta hongur eisini saman við upphæddini, ið verður endurgoldin. Hon er í mesta lagi 25.000 kr um mánaðin, umframt frítíðarløn og eftirlønargjald. Upphæddin hevur staðið í stað í meir enn 10 ár. Lága upphæddin er viðvirkandi til, at tann, ið forvinnur minst, fer av arbeiðsmarknaðinum, og tað er aloftast mamman.

Henda skipan er alt ov stirvin. Hon eigur at lagast til, so at foreldur, um tað passar familjuni best, kunnu deilast at vera heima. Aðrar tillagingar eiga eisini at verða gjørdar. Millum annað eigur upphæddin, ið verður endurgoldin, at verða hækkað. Eisini eiga vit at hyggja eftir mótrokningini, ið millum annað hevur við sær, at frítíðarløn, ið ein hevur forvunnið sær og goldið skatt av, áðrenn ein kom inn í skipanina, verður mótroknað.

Smidligar almennar skipannir við støði í tørvinum hjá familjuni

Endamálið við okkara almannalóggávu, tá ið tað snýr seg um familjur við barni, ið ber brek, er, at lóggávan skal stuðla uppundir, at tað er møguligt hjá familjuni at vera saman við barninum, og at foreldrini kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við øll onnur.

Alt hevur til endamáls at familjan skal hugsavna seg um bara at vera familja, og tí ikki skal brúka orku til at fáa ymiskar tænastur og veitingar. Harafturat er endamálið, at familjan ikki skal vera noydd at senda barnið á ein stovn, bæði tí at allar familjur skulu hava sama rætt at vera familja, og tí at tað í allar flestu førum eisini er tað besta fyri barnið at vera partur av familjuni.

Tørvurin hjá familjuni fyrst

Allar tænastur eiga at vera meira smidligar, so tær kunnu lagast til tørvin hjá familjuni, tí almannalóggávan eigur at virka so í verki, at stuðlað verður undir, at familjan kann virka sum ein familja, og foreldrini kunnu virka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti.

Hetta er ein vinningur bæði fyri familjuna og fyri alt samfelagið. Barnið og familjan hava tað betur, og landið sparir óneyðug stovnspláss, um skipaninar gerast ein møguleiki heldur enn ein forðing hjá einstøku familjuni.

 

Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin