Føroyska útbúgvingarskipanin er ikki altíð girað til at lærlingar og lesandi kunnu ferðast frá einari útbúgving til aðra. Har eru ov nógvar forðingar! Samstundis er hugtakið lívslong læring komið fyri at vera. Tí skulu vit skapa eina nógv smidligari skipan har vit byggja brýr millum útbúgvingarnar. Millum tær klóku hendurnar og tey klóku høvdini.
Útbúgvingar skulu altíð skapa møguleikar fyri framhaldslestri. Hetta so at tú, óansæð hvørja leið tú velur, lættliga kanst byggja omaná útbúgvingina ella seinni kanst leita nýggjar leiðir. Hetta er týdningarmikið fyri bæði lesandi og lærlingar, og eigur altíð at verða eitt atlit, tá ið nýggjar útbúgvingar verða veittar, og tá verandi útbúgvingar vera dagførdar.
Betra møguleikarnar fyri ískoytislestri
Ein máti at skapa betri smidleika í skipanina, er at økja um møguleikan at taka einkultar lærugreinir, sum krevjast fyri at sleppa inn á eina ítøkiliga útbúgving. Hetta so at tey, sum hava lokið eina miðnámsútbúgving, sum akkurát ikki gav atgongd til næsta útbúgvingarstig, lættari kunnu gerast skikkaðir umsøkjarar, uttan at vera noydd at fylgja undirvísingini ígjøgnum eitt heilt ára skúlaskeið. At tey kunnu turbolesa tað sum tey mangla.
Gera vit tað, so ber eisini lættari til at skipa fyri serligum ískoytispakkum, sum kann verða bjóðað til ítøkiligar útbúgvingar, so at hesar lata dyrnar upp fyri hægri lestri.
Ískoytispakkarnir kundu t.d. verið fyri útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum í Suðri, har ískoytispakkin gav atgongd til Sjúkrarøktarfrøði og/ella Námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, ella ískoytispakkar til handverkarar, so at fleiri handverkarar eisini høvdu fingið betri atgongd til ávísar útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini á Setrinum ella á Vinnuháskúlanum.
Skapa møguleikar at taka lærugreinir á hægri stigi
Felags fyri bæði lærlingaútbúgvingar og útbúgvingar á Heilsuskúla Føroya er, at tær eru staðsettar í skúlabygningum, har gymnasialar miðnámsútbúgvingar eisini vera veittar. Hjá teimum, sum meta seg før fyri tí, eigur tað at gerast møguligt at taka almennar lærugreinir á einum hægri stigi, ístaðin fyri at hava tær á tí stiginum, sum annars er galdandi fyri útbúgvingina. Fyri summi av hesum lærugreinum, er tó ein tímaáseting, sum krevur meira skúlagongd enn vant, sum eitt nú kundi verið loyst við serskildum uppgávum, sum kompensera fyri sjálva undirvísingina, ella øðrum tílíkum fyriskipanum. Politiska uppgávan er her at finna røttu loysnirnar, sum eru best hóskandi, og sum ger tað møguligt at byggja hesar brýr.
Hetta hevði kunna givið teimum, sum eru før fyri tí, lættari atgongd til hægri lestur, og hevði samstundis minka um tørvin á at supplera.
Ein góð suppleringsskipan gagnar lesandi og lærlingum í allari útbúgvingarskipanini, styttir um tíðina í skipanini, og ger tað lættari at skifta leið. Hetta ger tað eisini lættari at taka fleiri av okkara útbúgvingum, tí lesandi á hendan hátt ikki lesa seg inn í ein blindveg.
Terji Beder,
valevni fyri Javnaðarflokkin