Landsstýrismaðurin í samferðslumálum eigur at endurskoða útbjóðingina at gera tunnil og veg til Fámjins, tí sum nú er, ber illa til hjá smærri fyritøkum at bjóða seg fram. Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið.
Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, hevur áður greitt frá, at arbeiðið at gera tunnilin til Fámjins fór at vera boðið út í tveimum, nevniliga vegagerð og tunnil hvør sær. Hetta við tí endamáli, at smærri og lokalar fyritøkur eisini kunnu sleppa framat at bjóða.
Nú lýst verður eftir fyritøkum til undangóðkenning sæst, at arbeiðið verður boðið út í einum, og tískil er ikki møguligt smærri fyritøkum at bjóða seg fram. Hetta eigur at endurskoðast, heldur Henrik Old.
- Talan er um áleið 2600 metrar av vegi, sum fleiri smærri fyritøkur saktans høvdu kunnað bjóðað seg fram til at gera. Í útbjóðingartilfarinum verður sagt, at byrjað verður ikki fyrr enn seint í ár, og tí átti tað verið ríkiligt av tíð at endurskoða útbjóðingina uttan at hetta hevði útsett arbeiðið, sigur Henrik Old.
Fyrispurningurin kann lesast her.