Samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Framsókn hevur við einum samhaldsføstum politikki skapt eitt betri býarsamfelag fyri vanligu familjuna, tey ungu og pensjónistin.
Latið ikki Fólkaflokkin og Christian tøla tykkum
Vinna vit ikki Havnina, vinna vit ikki valið. Nakað soleiðis var boðskapurin hjá Christiani Andreasen, fremsta valevni Fólkafloksins, nú um dagarnar.
Á seinasta løgtingsvali fingu bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tvífalt so nógvar atkvøður, sum Fólkaflokkurin fekk í Tórshavn.
Havnarfólk góvu Fólkaflokkinum durafjórðingin á valinum í 2015. Fyri vanliga havnarborgaran - tær ungu familurnar og pensjónistin - gjørdi Fólkaflokkurin einki seinasta valskeið. Hinvegin lat hann háløntum ein skattalætta upp í einar 6000 kr. Við ørðum orðum breiðkaði Fólkaflokkurin gjónna millum vælbjargað og vanliga løntakaran.
Samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Framsókn hevur við einum samhaldsføstum politikki skapt eitt betri býarsamfelag fyri vanligu familjuna, tey ungu og pensjónistin.
Samgongan hevur:
Vit hava fingið eina nógv meiri samhaldfasta Havn. Tað eru nógv, sum hava fingið nógv meira at liva fyri. Vit hava fingið eitt rættvísari og meiri javnt býarsamfelag. Samgongan hevur givið fleiri fólkum eitt størri lívsfrælsi.
Havnina vil Fólkaflokkurin aftur vinna fyri at vinna valdið í Føroyum. Tann, sum ikki vinnur Havnina, vinnur ikki valið, ásannar helst komandi oddamaður Fólkafloksins.
-Vilja tit havnarfólk aftur lata Fólkaflokkinum valdið til ein politikk, sum ikki gagnar tí vanliga fólkinum - lærlingum, arbeiðaranum, handverkaranum, ungum í útbúgving, starvsfólkunum í heilsuverkinum, pedagogum, lærarum og ørðum?
-Ella vilja tit hava ein politikk, har menniskjað - vanliga familjan, barnafamiljurnar, pensjónisturin og tey ungu – fær fremstu raðfesting?
Vilja tit henda møguleikan, vita tit, hvar krossurin skal setast. Vónandi sláa tit manngarð um eina samhaldfasta Havn.
Gott val
Heðin Mortensen
Ja, til Javnaðarflokkin