Meðan vágafólk og norðoyingar skjótt sleppa undan at rinda hasa tjúgukrónuna fyri tunnilin, so mugu vit her suðuri framvegis rinda fleiri hundrað krónur fyri túrin.
Hvar er rættvísið? Og hvar blívur javnsetingin av ferðaseðla- og fraktprísunum av? Halda tit, at vit finna okkum í at standa á síðulinjuni og eygleiða ójavnan millum økini vaksa? Onkur í landsstýrinum má vakna og síggja, at vit dragna longur og longur afturúr í mun til restina av landinum.
Hvar blívur javnsetingin av?
Skiftandi landsstýri hava arbeitt við at javnseta ferðaseðla- og fraktprísirnar kring landið, men av ókendum orsøkum, hevur tað gingið just mótsatta vegin. Kostnaðurin á ymiskum leiðum er minkaður burtur í onki, ímeðan prísurin á øðrum farleiðum stendur í stað, og er heldur hækkaður. Tað hevur við sær, at mismunur verður gjørdur á ymsu økjunum í okkara lítla landi, og ójavnin veksur munandi. Tað er eisini kappingaravlagandi, tí fyritøkur fáa fullkomiliga ymiskar treytir at virka undir.
20 krónur í mun til 545
Landsstýrismaðurin við samferðslumálum boðaði 21. oktobur frá, at tað skjótt verður ókeypis at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Landsstýrið má ikki eggja til ósemju og seta økini upp ímóti hvørjum øðrum, tí samstundis, sum tað verður tikið um ávís økir í landinum, verður blinda eygað vent ímóti øðrum økjum í landinum. Kappingarførið verður fullkomiliga skeiklað ímillum fyritøkur, sum eru bundnar av inn- og útflutningi. Serstakliga fiskavirkini verða hart rakt, men eisini onnur verða rakt á hvør sín hátt. Samstundis sum fólk og fyritøkur skjótt kunnu ferðast ókeypis inni á meginøkinum, skulu fólk og fyritøkur í Suðuroynni gjalda 4-5.000 kr. fyri at fáa eina bingju t/r til og frá meginøkinum, og til dømis fimm ferðafólk í einum persónbili skulu gjalda 225 kr. fyri persónbilin, umframt fýra ferðir 80 kr. fyri hvørt ferðafólk - í alt 545 kr. Tað er munur á at gjalda 20 kr. fyri sambornan túr, og skjótt onki, ímóti ovurhonds stórum upphæddum, sum fólk og fyritøkur í til dømis Suðuroynni gjalda.
Broytingin má henda nú!
Um vit framhaldandi ynskja fólka- og virksemismenning har, sum tað ikki er landfast, sum í Suðuroynni, so mugu ferðafólka- og fraktprísirnir kring alt landið fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur javnsetast beinanvegin. Alt annað er órættvíst.
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin