Heðin Mortensen
Lesarabræv19. oktober 2020
Heðin Mortensen

Skulu hava góðar dagstovnar

Tórshavnar kommuna er ikki bara fólkaríkasta kommuna í landinum, men hevur eisini nógv ta størstu konsentratiónina av barnafamiljum í landinum. Tað eigur sjálvsagt eisini at síggjast aftur í tí politikki, sum verður rikin í høvuðsstaðnum.

Kommunuval 2020

Skulu barnafamiljurnar fáa ein skilagóðan gerandisdag at hanga saman, er alneyðugt, at vit hava góðar dagstovnar til børnini, sum tey trívast og mennast í á besta hátt. Tað krevur millum annað, at vit til eina og hvørja tíð hava eina nútímans minimums-normering á dagstovnaøkinum.

Nøkta vit tørvin og røkja dagrøktaruppgávuna, kunnu foreldrini altíð trygt fara til arbeiðis, og tað gagnar aftur arbeiðsmarknaðinum og øllum samfelagnum.

Ta uppgávuna røkja vit ikki við einum tungum yvirbygnaði og óteljandi millumleiðarum, men við at  taka neyðug atlit at teimum, dagstovnarnir snúgva seg um, nevniliga børnunum og teimum, ið arbeiða við teimum.

Eisini eigur Tórshavnar kommuna at ganga undan at veita børnum og ungum, sum hava tørv á eyka umsorgan, ókeypis sálarhjálp. Samstundis eiga vit altíð at raðfesta tey ovast, ið hava serligan tørv.

Vit í Javnaðarflokkinum hava enn sum áður millum fremstu hjartamál okkara, at børn og barnafamiljur í Havn skulu hava bestu sømdir, tí tað er neyðugt, skal trivnaðurin vera nøktandi.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin